Hoydalsvegur_torshavn.jpg

Smíliklubbin

Málbólkur: Ung í Serliga Skipaðum Miðnámi og onnur.

Slag av tænastu: Frítíðartilboð.

Smíliklubbin heldur til á Tinghúsvegi í Havn og er ætlað næmingum, sum ganga á serligum skipaðum miðnámi.

Endamálið er at geva hesum ungu eitt tilboð, har tey kunnu savnast aftan á skúlatíð og gera tað, sum ung annars gera í sínari frítíð.

Í klubbanum er ymiskt á skránni, sum t.d. borðspøl, kreativt og handaligt arbeiði, tónleikur,  vitjan á café og matstovum.

Innihaldið verður í samráð við starvsfólkini í stóran mun skipað eftir ynskjum hjá teimum ungu.

Tilboðið er opið seinnapartar mikudag og fríggjadag aftaná skúlatíð til kl. 17.00

Smíliklubbin
Tinghúsvegur 93
100 Tórshavn
Tlf: 297485 ella 297487
Teldupostur: rannvah@av.fo
Leiðari
Elisabeth Henriksen
Elisabeth Henriksen
Telefon 297432