Ung um kvøldið, mikukvøld

Hvat er Ung um kvøldið?

Hvørt mikukvøld kl. 19-21:45 er kafékvøld fyri ung upp í 25 ár Undir Glaðsheyggi 14 í Havn.

Vit møtast fleiri ung í hugnaliga umhvørvinum, har vit kunnu fáa okkum ein drekkamunn og práta. Høvi er eisini til at spæla borðspøl og hugna um við sosialum tiltøkum. Eisini fara vit túrar viðhvørt.

Tiltakið er ætlað ungum, sum kunnu hava sálarligar og/ella sosialar avbjóðingar. Karmarnir eru óformellir og hugnaligir.

Tilmelding er ikki neyðug - tú støkkur bara inn á gólvið. Øll eru hjartaliga vælkomin, og tú ert meira enn vælkomin til at taka eina góða vinkonu ella vinmann við til tiltakið.

Tað er sosialpsykiatriska toymið hjá Almannaverkinum, sum skipar fyri.

Skráin fyri restina av mars og fyrsta mikudagin í apríl er hendan:

13.03 Borðspøl og playstation. Vælkomin at taka egna kontrollara við. Vit fáa bollar og kakao

20.03 Páskabingo. Gáva er til vinnaran. Eisini bjóða vit drekkamunn

27.03 Borðspøl. Vit bjóða eisini drekkamunn

03.04 Borðspæl og playstation. Vælkomin at hava egna kontrollara við. Vit bjóða drekkamunn.

Um nakrir spurningar eru, ella tit vilja, at onkur tekur ímóti fyrstu ferð, eru tit vælkomin at ringja til starvsfólk á tlf. 297707.

Opið er:

Mikukvøld kl. 19:00 – 21:45

Ung um kvøldið, mikukvøld
Undir Glaðsheyggi 14
100 Tórshavn
Tlf: 297707 og 297460