Ung um kvøldið, mikukvøld

Hvat er Ung um kvøldið?

Hvørt mikukvøld kl. 19-21:45 er kafékvøld fyri ung upp til 25 ár í Magnus Heinasonargøta 20 í Havn.

Vit møtast fleiri ung í hugnaliga umhvørvinum har vit kunnu fáa okkum ein drekkamunn og práta. Høvi er eisini til at spæla borðspøl og hugna um við sosialum tiltøkum. Eisini fara vit túrar viðhvørt.

Tiltakið er ætlað ungum sum kunnu hava sálarligar og/ella sosialar avbjóðingar, karmarnar eru óformellir og hugnaligir.

Tilmelding er ikki neyðug, tú støkkur bara inn á gólvið – Øll eru hjartaliga vælkomin, og tú ert meira enn vælkomin til at taka eina góða vinkonu ella vinmann við til tiltakið.

Tað er sosialpsykiatriska toymið hjá Almannaverkinum, sum skipar fyri.

 

Skrá verður gjørd fyri ein mánað í senn:

  • Mikukvøld 24. mars 2021: Filmskvøld

  • Mikukvøld 31. mars 2021: Páskapynt og hugni

  • Mikukvøld 7. apríl 2021: Drekkamunnur og borðspøl.

  • Mikukvøld 14. apríl 2021: Drekkamunnur og borðspøl

 

Um nakrir spurningar eru, ella tit vilja at onkur tekur ímóti fyrstu ferð, eru tit vælkomin at ringja til starvsfólk á tlf 297460, tlf 297461 ella tlf 297462.

Opið er:

Mikukvøld, kl. 19:00 – 21:45

Ung um kvøldið, mikukvøld
Magnus Heinasonar gøta 20
100 Tórshavn
Tlf: 297460 og 297461 og 297462
Eindarleiðari
Elin Danielsen
Elin Danielsen
Telefon 297400
Leiðari
Ása Krossteig
Ása Krossteig
Telefon 297463
Leiðari
Elsebeth Sanna á Krákusteini
Elsebeth Sanna á Krákusteini
Telefon 297460
Leiðari
Magni Højgaard
Magni Højgaard
Telefon 297368
Leiðari
Signa Maria Andreasen
Telefon 297436
Leiðari
Solveig Sofía Brink Dalsgaard
Solveig Sofía Brink Dalsgaard
Telefon 297530