Venjing Og Samskifti 2026 03 16 2

Venjing og Samskifti

Deildin Venjing og Samskifti veitir endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing til borgarar, í aldrinum 18 ár og upp til fólkapensiónsaldur.

Endurvenjing er ætlað teimum, sum vegna mistan førleika, hava tørv á miðvísari hjálp fyri at endurvinna førleikar og økja um sjálvbjargni, og/ella koma á arbeiðsmarknaðin.

Viðlíkahaldsvenjing er ætlað borgarum við varandi skerdum førleikum. Dentur verður lagdur á at varðveita og menna verandi førleikar, og fyribyrgja og útseta, at støðan versnar.

Á deildini arbeiða ergoterapeutar, fysioterapeutar og audiologopedar.

Arbeitt verður tvørfakliga við støði í fakligari vitan og í samstarvi við borgaran, soleiðis at átøk og venjing verður lagað eftir tørvinum hjá tí einstaka.

Venjing og Samskifti
Hoyvíksvegur 61
100 Tórshavn
Tlf: 387300
Teldupostur: av@av.fo