VerkhúsiðMylnu_1000x470.png

Verkhúsið Birta

Málbólkur: Fólk við autismu og menningartarni.

Slag av tænastu: Virknistænasta.

Tænanstan verður veitt fólki, sum ikki kunnu røkja arbeiði á arbeiðsmarknaðinum. Dentur verður lagdur á at veita eitt innihaldsríkt tilboð undur vardum umstøðum.

Uppgávurnar eru:

At skapa karmar, ið tryggja ein virknan og innihaldsríkan gerandisdag og eitt virkið og sjálvstøugt lív, hóskandi til menningar- og førleikastøðið hjá tí einstaka.

At skapa karmar fyri einum góðum og struktureraðum umhvørvi, ið tryggjar ein virknan og innihaldsríkan dag við hóskandi avbjóðingum, upplivingum, stuttleika og nærleika.

At skipa fyri tiltøkum, sum stuðla og stimbra tann einstaka í at menna og viðlíkahaldi sínar persónligu, sosialu og samskiftis førleikar.

At taka støði í tí einsstaka við tí í huga, at øll eru serstøk og hava ymiskan tørv á at mennast sálarliga og likamliga.

Tilboðið er opið gerandisdagar kl. 8:30 – 15:30, tó týsdag 8:30 – 13:30.

Verkhúsið Birta
Mylnugøta 12
100 Klaksvík
Leiðari
Jancy Biskobstø Klein
Jancy Biskobstø Klein
Telefon 297734