Verkstadi_a_Brekku_Klaksvik.png

Verkstaðurin á Brekku

Málbólkur: Fólk við sálarligum ella likamligum breki.

Slag av tænastu: Virknistænasta.

Verkstaðið á Brekku er partur av Virkniseindini í Trivnaðardeplinum. 

Endamálið er at geva fólkið, sum ikki kunnu røkja arbeiði á arbeiðsmarknaðinum undir vanligum treytum, eitt innihaldsríkt arbeiðstilboð undir vardum umstøðum.

Tænastan verður veitt vaksnum við menningartarni

Á verkstaðnum verður dentur lagdur á:

  • at skapa karmar, ið tryggja ein virknan og innihaldsríkan gerandisdag og eitt virkið sosialt og sjálvstøðugt lív, sum er hóskandi til menningar- og førleikastøði hjá tí einstaka
  • at bjóða góðar og mennandi arbeiðsuppgávur
  • at virka fyri trivnaði og samansjóðing í gerandisdegnum

Á Verkstaðnum eru tríggjar deildir: timburdeild, seymideild og ítrivsdeild. Á Verkstaðnum verður framleitt ymiskar vørur, sum verða seldar í sølubúðini á staðnum. Eisini verða framleiddar vørur til ymiskar fyritøkur.

Skipa verður fyri jólasølu á hvørjum ári.

Sølubúðin er opin gerandisdagar kl. 9:00 – 15:30. Eisini hevur verkstaðið eina Facebook síðu, har vørur verða vístar.

Tilboðið er opið gerandisdagar kl. 8:30 – 15:30, tó týsdag kl. 8:30 – 13:30.

Verkstaðurin á Brekku
á Brekku 31
700 Klaksvík
Tlf: 456976 ella 297734
Teldupostur: abrekku@av.fo
Leiðari
Jancy Biskobstø Klein
Jancy Biskobstø Klein
Telefon 297734