Barnaverndarstovnar
Eindin virkar við heimild í barnaverndarlógini og arbeiðir í samstarvi við Barnaverndartænasturnar og eftir avgerðum frá Føroya kærustovni.
Barnaverndarstovnarnir eru fyri børn og ung sum eru umsorganaryvirtikin, og sum harumframt hava ymiskar avbjóðingar.
Stovnarnir hava umsorganarábyrgdina av børnunum og teim ungu og veita sosialnámsfrøðiliga viðgerð, sum merkir at menna kropp, mál, heilsustøðu, sosialar førleikar og relatiónir til onnur menniskju. Endamálið er, at børnini fáa røttu viðgerðina og umsorganina, soleiðis at tey mennast til at klára seg og støðast í samfelagnum.
Arbeiðshættir: KRAP, Mentalisering, Low Arousal og Boardmaker
Eindin arbeiðir við viðgerðarætlanum, sum taka støði í endamálinum við viðgerðini.
Reinsa
