Autisma

Eindin veitir bútilboð sbrt. §§ 45 og 46 í almannalógini, frítíðartilboð sbrt. §§ 39 og 40 og umlætting sbrt. § 41 í somu lóg. Bútilboðini verða veitt sum fyribils bústaður og vardur bústaður.

Tænastan verður veitt børnum, ungum og vaksnum við autismu og menningartarni, sum hava tørv á stuðli fyri at megna gerandisdagin.

Tænastan verður veitt borgarum um alt landið, tó undantikið í Suðuroy har eindin “Likamligt brek” veitir allar tænastur.

Eindin miðar eftir, at hvør einstakur í størst møguligan mun hevur ávirkan á egið lív, fær ein virknan og innihaldsríkan gerandisdag og kann menna og viðlíkahalda sínar førleikar. Endamálið er, at hvør einstakur kann liva eitt gott og virkið lív. Tænastan verður javnan eftirmett.

Arbeiðshættir: KRAP, autismu pedagogik, Boardmaker, miljø terapi og Low Arousal.

Eindin arbeiðir við virkisætlanum, sum taka støði í ynskjum, tørvi og endamáli við tænastuni.

Elisabeth Christiansen er eindarleiðari í eindini “Autisma”

Reinsa
{{ item.title }}
{{ item.street }}
{{ item.city }}
Tlf: {{ item.phone }}
Eindarleiðari
Elisabeth Christiansen
Elisabeth Christiansen
Telefon 297416