Likamligt brek

Eindin veitir bútilboð sbrt. §§ 45 og 46 í almannalógini, dagtilboð sbrt. § 40 og umlætting sbrt. § 41 í somu lóg, til likamliga skerd vaksin.

Eindin veitir allar tænastur til borgarar við seinheilaskaða og dagtilboð til borgarar við demens fyri alt landið. Eindin hevur einstaklingafyriskipanir fyri fólk við øðrum likamligum breki kring landið.

Harumframt veitir eindin allar trivnaðartænastur í Suðuroy, bæði til børn og vaksin.

Eindin miðar eftir, at hvør einstakur í størst møguligan mun hevur ávirkan á egið lív, fær ein virknan og innihaldsríkan gerandisdag og kann menna og viðlíkahalda sínar førleikar. Endamálið er, at hvør einstakur kann liva eitt gott og virkið lív. Tænastan verður javnan eftirmett.

Arbeitt verður neuropædagogiskt og við KRAP. Vit geva lívssøguni ans, og stuðla undir at varðveita lívsgóðskuna, soleiðis at viðkomandi, sum verður raktur av likamligum breki, kann liva eitt so virðiligt og sjálvbjargið lív, sum til ber.

Eindin arbeiðir við virkisætlanum, sum taka støði í ynskjum, tørvi og endamáli við tænastuni.

Elin Danielsen er eindarleiðari í eindini “Likamligt brek”

Reinsa
{{ item.title }}
{{ item.street }}
{{ item.city }}
Tlf: {{ item.phone }}
Eindarleiðari
Elin Danielsen
Elin Danielsen
Telefon 297400