Sosialpsykiatri

Eindin veitir bútilboð, stuðulstænastu og dag- og kvøld tilboð.

Bútilboðini verða veitt sum fyribils bústaður sbrt. § 45 og vardur bústaður sbrt. § 46 í almannalógini. Stuðulstænastan verður veitt sbrt. § 35 og dag- og kvøldtilboð sbrt. § 40 í somu lóg.

Tænastan verður veitt ungum og vaksnum, sum hava sálarligar avbjóðingar og tørv á stuðli fyri at megna gerandisdagin.

Tænastan verður veitt borgarum um alt landið, tó undantikið í Suðuroy, har eindin “Likamligt brek” veitir allar tænastur.

Eindin miðar eftir, at hvør einstakur í størst møguligan mun hevur ávirkan á egið lív, fær ein virknan og innihaldsríkan gerandisdag og kann menna og viðlíkahalda sínar førleikar. Endamálið er, at hvør einstakur kann liva eitt gott og virkið lív. Tænastan verður javnan eftirmett.

Eindin arbeiðir við virkisætlanum, sum taka støði í ynskjum, tørvi og endamáli við tænastuni.

Andrea Petursdóttir er eindarleiðari í eindini “Sosialpsykiatri”

Reinsa
{{ item.title }}
{{ item.street }}
{{ item.city }}
Tlf: {{ item.phone }}
Eindarleiðari
Andrea Petursdóttir
Andrea Petursdóttir
Telefon 297449