Menningartarn

Eindin veitir bútilboð. Bútilboðini verða veitt sum fyribils bústaður sbrt. § 45 og vardur bústaður sbrt. § 46 í almannalógini.

Tænastan verður veitt ungum og vaksnum við menningartarni og fjølbreki, sum hava tørv á stuðli fyri at megna gerandisdagin.

Tænastan verður veitt borgarum um alt landið, tó undantikið í Suðuroy har eindin “Likamligt brek” veitir allar tænastur.

Eindin miðar eftir, at hvør einstakur í størst møguligan mun hevur ávirkan á egið lív, fær ein virknan og innihaldsríkan gerandisdag og kann menna og viðlíkahalda sínar førleikar. Endamálið er, at hvør einstakur kann liva eitt gott og virkið lív. Tænastan verður javnan eftirmett.

Arbeitt verður við støðið í KRAP, sum er ein sosialnámsfrøðilig tilgongd, har arbeitt verður tilvitað og viðurkennandi, við støði í sterku síðum borgarans. Eindin brúkar m.a boardmaker, sum amboð til at skipa gerandisdagin.

Eindin arbeiðir við virkisætlanum, sum taka støði í ynskjum, tørvi og endamáli við tænastuni.

Teitur Jóannesarson er eindarleiðari í eindini “Menningartarn”

Hann hevur beinleiðis telefon 297410

Reinsa
{{ item.title }}
{{ item.street }}
{{ item.city }}
Tlf: {{ item.phone }}