DSCF3056.JPG

Vaksin

Eindin Vaksin veitir veitingar og tænastur til borgarar um alt landið, sum hava tørv á stuðli til størri sjálvbjargni og sjálvsavgerðarrætt. Eisini viðger eindin umsóknir um veitingar til uppihald, arbeiðsbúgving, fyritíðarpensjón, stuðul og vardan bústað, umframt at veita ráð og vegleiðing til fólk, sum koma út í broyttar lívsumstøður.

Harafturat veitir eindin venjing og endurvenjing til borgarar, sum hava tørv á venjing fyri at kunna varðveita ella endurvinna mistar førleikar, verið tað seg vegna likamligar, sálarligar ella samskiftisavbjóðingar. Somuleiðis veitir hon stuðulstænastur til heimabúgvandi fólk, sum hava tørv á stuðli, vegna likamligar, sosialar ella sálarligar avbjóðingar. Umframt hetta bjóðar eindin tilboð um virknis- og tilhaldsstað til fólk, sum hava sálarligar, likamligar og sosialar avbjóðingar. At enda arbeiðir hon við virknisætlanum, sum taka støði í ynskjum, tørvi og endamálinum við tænastuni.

 

Reinsa
{{ item.title }}
{{ item.street }}
{{ item.city }}
Tlf: {{ item.phone }}
Eindarleiðari
Bjørg Hjelm
Bjørg Hjelm
Telefon 347016