Virknistænastur

Eindin veitir virknistænastur sbrt. §§ 39 og 40 í almannalógini, og umlætting sbrt. § 41 í somu lóg. Eindin veitir eisini vardan bústað til vaksin í Sandoy sbrt. § 46 í somu lóg.

Virknistænasturnar verða veittar sum verkhús- og verkstaðstilboð og frítíðartilboð, sum dagtilboð og klubbtilboð. Umlættingin hevur til endamáls at lætta um hjá umsorganarpersónum í gerandisdegnum. Tænasturnar verða veittar borgarunum í toymum.

Virknistænastan verður veitt børnum, ungum og vaksnum við sálarsjúku, fjølbreki, menningartarni og autismu, sum hava tørv á stuðli fyri at megna gerandisdagin.

Eindin veitir tænasturnar um alt landið, tó undantikið í Suðuroy, har eindin “Likamligt brek” veitir allar tænastur.

Eindin miðar eftir, at hvør einstakur í størst møguligan mun hevur ávirkan á egið lív, fær ein virknan og innihaldsríkan gerandisdag og kann menna og viðlíkahalda sínar førleikar. Endamálið er, at hvør einstakur kann liva eitt gott og virkið lív. Tænastan verður javnan eftirmett.

Arbeiðshættir: KRAP, Marte Meo, Gentle Teaching, Low Aurosal.

Eindin arbeiðir við virkisætlanum, sum taka støði í ynskjum, tørvi og endamáli við tænastuni.

Jóhanna Jancyardóttir er eindarleiðari í eindini “Virknistænastur”

Reinsa
{{ item.title }}
{{ item.street }}
{{ item.city }}
Tlf: {{ item.phone }}
Eindarleiðari
Jóhanna Jancyardóttir
Jóhanna Jancyardóttir
Telefon 297989