Endurvenjing

Endurvenjing snýr seg um at endurvinna kropsfunktiónir og førleikar við at gera ymiskar venjingar. Endurvenjing kann t.d. vera:

  • kropslig venjing
  • venjing av gerandisaktivitetum
  • kognitiv venjing
  • venjing í at meistra og handfara avbjóðandi støður í gerandisdegnum

Talan er um eitt tíðaravmarkað tilboð lagt miðvíst til rættis og í samráð við borgaran. Ergo- og fysioterapeutarnir á Endurvenjingini samskipa og stíla fyri venjingini.

Eitt miðvíst og tíðaravmarkað tilboð

Fysio- ella ergoterapeutur samskipar endurvenjingartilboðið, sum kann verða veitt sum bólkavenjing, einstaklingavenjing ella sum ein samanseting av báðum. Vanliga venur tú 2-3 ferðir um vikuna. Áðrenn endurvenjing verður sett í verk, verður persónlig og ítøkilig venjingarætlan, ið fevnir um mál, innihald og tíðarskeið, ásett fyri hvønn einstakan. Endurvenjingarætlanin verður regluliga eftirmett, og um neyðugt, verða broytingar og tillagingar gjørdar.

Málið við endurvenjing er, at tú heilt ella partvíst endurvinnur sama førleika sum fyrr, fyri at betra útlitini fyri at tú kemur út aftur á arbeiðsmarknaðin og gerst sjálvbjargnari og virknari í heima- og frítíðarlívi. Endurvenjing kann snúgva seg um alt frá tí rørsluliga, kognitiva, kensluliga, sosiala og til at vera í aktiviteti.

Endurvenjingin er eitt miðvíst og tíðaravmarkað samstarv millum tann við skerdum førleika, avvarðandi og heilsustarvsfólk. Eisini samstarva terapeutarnir í Endurvenjingini m.a. við sosialráðgevar í Almannaverkinum og við sjúkrahús og kommunur, í tann mun tað er neyðugt fyri at røkka ásettu málunum.

Hvar fer endurvenjingin fram?

Endurvenjingin hevur í løtuni tvey venjingarhøli: í Klaksvík og Tórshavn

Venjingin fer í høvuðsheitum fram í tí venjingarhøli, sum er tættast tínum bústaði. Hon kann eisini fara fram heima hjá tær ella í nærumhvørvi tínum, um tað tænir málunum, sum arbeitt verður við, og um umstøðurnar loyva tí.

Hvør kann søkja?

Ert tú í aldrinum 18 ár og upp til fólkapensjónsaldur og hevur mist førleikar, sum tú vilt endurvinna, kanst tú søkja um endurvenjing frá Almannaverkinum. Tænastan krevur ikki ávísing frá lækna. Avgerðin er grundað á eina tvørfakliga heildarmeting av tørvi og støðu tíni.

Treytirnar fyri at fáa játtað endurvenjing er, at fakliga metingin sigur, at førleikarnir kunnu endurvinnast í ein slíkan mun, at tú fer at klára teg betur í arbeiðslívi, heimalívi og frítíðarlívi og harvið hava minni tørv á hjálp.

Treytirnar fyri at fáa játtað viðlíkahaldsvenjing er, at fakliga metingin sigur, at venjing kann verða við til at tryggja verandi virkisførleika og fyribyrgja og útseta, at virkisførleikin versnar, soleiðis at tú kann klára teg betur í arbeiðslívi, heimalívi og frítíðarlívi og harvið hava minni tørv á hjálp.

Hvussu søki eg?

Send Almannaverkinum oyðublaðið “Umsókn um venjing í Almannaverkinum” við t-posti ella vanligum posti. Oyðublaðið finnur tú í høgra bredda á síðuni.

Vit mæla tær til at lata Endurvenjingini skjøl, frágreiðingar ella støðumetanir frá viðkomandi kanningum, skanningum og/ella røntgen saman við umsóknini. Tað kann skunda undir viðgerðina, tí ein fortreyt fyri at kunna viðgera umsókn tína og møguliga játta tær endurvenjing er, at vit hava neyðuga innlitið í avbjóðingar tínar.

Um tilfar ikki fylgir við umsóknini vendir Endurvenjingin sær til viðkomandi samstarvspartar fyri at fáa innlit í støðu tína.

Viðgerð av umsókn og samstarv okkara millum, tá ið endurvenjing er játtað

Í sambandi við viðgerðina bjóða vit tær eina samrøðu, annaðhvørt yvir telefon ella sum heimavitjan, og útvega okkum tilfar eftir tørvi. Vit hoyra, hvørjar førleikar tú vilt endurvenja, greiða í stuttum frá okkara virksemi í  Endurvenjingini og umrøða, hvørjar væntanir eru til teirra, ið fáa endurvenjing í boði. Eftir hetta verður endalig avgerð tikin um, um tú lýkur treytirnar fyri at fáa endurvenjing frá Almannaverkinum.

Tú kanst vænta, at tú:

  • fært venjing 1-3 ferðir um vikuna í eitt avmarkað tíðarskeið
  • fært eina persónliga venjingarætlan, ið knýtir seg til tín gerandisdag
  • javnar fært eftirmeting frá terapeutinum, sum metir um venjingina, um hon hevur gagnliga ávirkan, ella um broytingar skulu gerast
  • fært vegleiðing frá terapeutinum um, hvussu tú á bestan hátt kanst fasthalda tínar førleikar, - eisini eftir at endurvenjingartíðarskeiðið er av

Vit vænta, at tú vilt arbeiða málrættað, tekur ábyrgd av egnari venjing og ert virkin. Tað merkir millum annað, at tú:

  • skalt møta til ásetta tíð og halda allar avtalur
  • skalt geva avboð skjótast til ber, um tær berst frá at møta
  • saman við starvsfólkunum skalt seta persónlig mál fyri endurvenjingina, vera virkin og vísa í verki, at tú vilt røkka settum málum
  • skalt brúka endurvunnu førleikarnar í gerandisdegnum og virka fyri, at tú kanst fasthalda førleikastøðið

Um so er, at tú ikki tekur ábyrgd av egnari venjing, luttekur aktivt og arbeiðir málrættað, verður mett, at tú ikki fært nóg stórt gagn av endurvenjingini, og avgerð kann tí verða tikin um, at venjingin endar í úrtíð.

Reinsa
Svartíð

Almannaverkið hevur sum mál at svara umsókn um endurvenjing innan 1 mánað.

Aftrat kemur tíðin, tað tekur at fáa læknaváttan og aðrar upplýsingar.