Heimaráðgeving

Heimaráðgeving er eitt námsfrøðiligt tilboð til familjur, ið hava barn við ASÓ (autismuspektrumórógv) frá 0 – 18 ár.

Endamálið við heimaráðgeving er at førleikamenna foreldrini og viðvirka til, at gerandisdagurin hjá familjuni gerst lættari. Ráðgevingin er skipað sum hjálp til sjálvhjálp og verður veitt sum stutt undirvísing í autismu, praktisk vegleiðing og námsfrøðilig amboð.

Ráðgevingin fer fram í heiminum hjá barninum, - tó kunnu undantøk gerast. Barnið er ikki við á fundunum. Vegleiðarin bjóðar eisini familjuni at hyggja eftir námsfrøðiligum amboðum, ið serliga leggja dent á tað visuella. Endamálið er, at gera tað ósjónliga sjónligt, t.d. verður arbeitt við fyribrigdinum 'tíð' við myndum, kortum og litum, so familjan fær arbeitt við eitt nú dagskipan, vikuskipan, morgunrutinu, sosialum søgum o.ø.

Heimaráðgevingin er liður í "tí góðu tilgongdini" - meira kann lesast her

Reinsa
{{ item.title }}
{{ item.street }}
{{ item.city }}
Tlf: {{ item.phone }}