Íbúð frá Bústøðum

Almannaverkið umsitur tveir listar til íbúð frá Bústøðum. Ein vegna serligan bústaðartørv og ein vegna bráðfegnis bústaðartørv.

Tað gevur ikki fyrimun at hava staðið leingi á bíðilista. Tøkar íbúðir verða altíð latnar borgarum, sum í verandi løtu hava størsta serliga tørvin. Tí verður viðmælt ikki at skriva seg upp, fyrr enn ein hevur tørv á bústaðnum. 

Vit gera vart við, at Bústaðir hava ein annan bíðilista til bústaðir, ið eru eftir treytum, Bústaðir áseta. Tað ber sostatt til at standa á tveimum bíðilistum til íbúð hjá Bústøðum – hjá Almannaverkinum og hjá Bústøðum.

Vegna serligan bústaðartørv

Almannaverkið umsitur ein lista yvir borgarar, sum hava serligan tørv og vilja hava eina íbúð frá Bústøðum. Talan er um bíðilista skipaður eftir nøkrum nærri ásettum treytum til tann borgara, sum tøka íbúðin hóskar til, og sum hevur størsta serliga bústaðarsosiala tørvin.

Tað gevur ikki fyrimun at hava staðið leingi á bíðilista. Tøkar íbúðir verða altíð latnar borgarum, sum í verandi løtu hava størsta serliga tørvin. Tí verður viðmælt ikki at skriva seg upp, fyrr enn ein hevur tørv á bústaðnum. Almannaverkið tilskilar sær rætt at taka fólk av bíðilistanum, hava tey ikki aktuellan bústaðarsosialan tørv.

Vit gera vart við, at Bústaðir hava ein annan bíðilista til bústaðir, ið eru eftir treytum, Bústaðir áseta. Tað ber sostatt til at standa á tveimum bíðilistum til íbúð hjá Bústøðum – hjá Almannaverkinum og hjá Bústøðum.

Hvussu søki eg?
Tú søkir við at fylla út umsóknarblaðið  "Umsókn um bústað frá Bústøðum vegna serligan tørv”. Umsóknin verður latin Almannaverkinum. Vilt tú hava hjálp til at fylla út umsóknina, ert tú vælkomin at venda tærtil Viðskiftadepilin hjá Almannaverkinum.

Tá ið Almannaverkið nýtir upplýsingar frá umsóknarblaðnum og møguligar aðrar upplýsingar, sum Almannaverkið hevur frammanundan, tá ið fólk fáa bústað. Tí er umráðandi, at tú lýsir serliga bústaðartørv tín væl. Tú ert vælkomin at leggja frágreiðing frá avvarðandi, lækna, lærara, stuðli ella øðrum við umsóknini.

Við umsóknini fær Almannaverkið heimild frá tær at fáa til vega upplýsingar frá lækna ella myndugleika fyri at vátta serliga tørvin. Um neyðugt eftirkannar Almannaverkið upplýsingarnar  í umsóknini.

Eru broytingar, ið ávirka tín bústaðartørv, skulu hesar fráboðast skrivliga, soleiðis at Almannaverkið altíð hevur dagførdar upplýsingar um tín bústaðartørv.

Meting av umsóknum
Tá ið Almannaverkið metir um tørv og bústað, verður tað gjørt sambært hesum ásetingum:

  • Hevur serligi tørvurin hjá umsøkjaranum ávirkan á bústaðartørvin?
  • Landafrøðiligt øki, umsøkjarin ynskir at búgva í
  • Stødd og kostnaður av bústaði í mun til tørvin hjá umsøkjaranum
  • Hóskar bústaðurin og grannalagið til støðuna hjá umsøkjaranum?
  • Miðast skal eftir at tryggja gott grannalag

Støðutakanin hjá Almannaverkinum um, hvør umsøkjari er best skikkaður at fáa tøka bústaðin, byggir á eina heildarmeting. Ein nevnd í Almannaverkinum metir um umsóknirnar. 

 

Bústaðarsosialur tørvur er eitt rættiliga breitt hugtak, men av tí at bústaðurin er grundarlagið undir einari sømiligari menniskjaligari tilveru, hava øll fólk tørv á bústaði. Tíverri er útboðið av leigubústøðum í Føroyum framvegis avmarkað, og tí ber heldur ikki so væl til hjá tí almenna at viðvirka til at veita øllum bústað, ið hava tørv á einum slíkum.

Almannaverkið roynir tó at hjálpa teimum, ið hava ein serligan bústaðarsosialan tørv.

 

Hvør kann fáa íbúð - Heilsuligar orsakir
Heilsuligar orsakir til, at fólk ikki fáa útvegað sær bústað á jøvnum føti við onnur, kunnu t.d. vera um ein í húskinum er úti fyri sjúku ella vanlukku, ið ger, at viðkomandi má flyta í annan meira hóskandi bústað. Sum dømi kann nevnast:

  • eldri fólk, ið av heilsuligum ávum ikki longur megna at búgva í egnum húsum
  • fólk, ið fáa barn við breki
  • maki, ið hevur fingið heilaskaða

Alt hetta ger, at núverandi umstøður ikki eru nøktandi, og tørvur tí er á brek- ella eldravinaligum bústaði, ella at bráðfeingis tørvur er á bústaði nærhendis sjúkrahúsi.

Eisini kann hugsast persónar, ið vegna brek, hava tørv á serligt innrættaðum bústaði, og sum vegna sítt brek ikki hava møguleika at útvega sær sín egna bústað. Talan er eitt nú um fólk við rørslutarni ella fólk, ið eru blind.

 

Hvør kann fáa íbúð - Sosialar orsakir
Sosialar orsakir til, at fólk ikki megna at útvega sær bústað á jøvnum føti við onnur. Dømi um tað eru:

  • Persónar, ið ikki megna at halda upp á ein bústað og eru fastlæstir í einari sosialari støðu, ið teir ikki kunnu koma úr vegna vantandi bústaðarmøguleikar
  • Persónar við avmarkaðum persónligar ressursum, sum hava fyri neyðini at fáa síni viðurskifti skipað
  • Ung fólk yvir 18 ár, ið hava verið sett heiman, og sum ikki longur eru undir barnavernd, men nú skulu standa á egnum beinum
  • Persónar, ið hava tørv á stovnslíknandi fyriskipan í egnum heimi

Tað er ein fortreyt, at fólk klára at búgva í egnum bústaði.

Bráðtørvur til fyribils bústað

Nú kunnu stakir uppihaldarar, sum eru uttan bústað ella innan stutta tíð verða uttan bústað, venda sær til Almannaverkið og skriva seg á ein lista, nevndur bráðtørvslistin. Tey, sum eru á hesum bíðilista, kunnu fáa tilboð um bústað í eitt avmarkað tíðarskeið, sum er frá trimum mánaðum til í mesta lagi tólv mánaðar. Tilboðið er tó treytað av, at Almannaverkið fær tillutað nøktandi bústað frá almennum ella privatum útleigara til hetta endamál.

Umframt treytina at vera stakur uppihaldari, skal viðkomandi

  • standa á bíðilista hjá almennum bústaðarfelag
  • vera førur fyri at búgva í sjálvstøðugum bústaði uttan hjálp og
  • hava serliga trupult sjálvur at útvega sær bústað innan stutta tíð

Støðutakanin hjá Almannaverkinum um, hvør hevur mest átrokandi tørv á bústaði, byggir á eina heildarmeting, har dentur m.a. verður lagdur á, hvussu húsarhaldsstøddin samsvarar við støddina á tøka bústaðnum, og um persónurin er serliga knýttur at øki í landinum, har tøki bústaður er.

Fylla út umsóknarblað
Tey, ið ynskja at verða skrásett á bráðtørvslistan, skulu fylla út umsóknarblað, sum er at finna í høgru síðu. Tað er umráðandi at fylla út allar teigar, tá hetta er grundarlagið undir viðgerðini.

Upptøkunevnd
Tað er ein nevnd undir Almannaverkinum, sum tekur støðu til umsóknirnar.

Reinsa