Tann góða tilgongdin

Tann góða tilgongdin (TGT) er ein avtala um, hvussu ein góð tilgongd kann skipast fyri foreldur at børnum við autismu. Avtalan er millum Almannamálaráðið, Mentamálaráðið, Heilsumálaráðið, Kommunufelagið og Autismufelagið. Tankin við tvørgeiraligari avtalu er at fáa arbeitt skjótt og væl tvørtur um geirar og mørk, so fullur ágóði fæst burtur úr vitan, førleikum og átøkum til frama fyri barnið og familjuna.

Samskipan av tilgongdini

Almannaverkið heldur sín part av avtaluni við at hava sosialráðgeva knýttan at foreldrunum at taka sær av at samskipa netverksfund fyri teir myndugleikar, sum á onkran hátt eru um barnið.

Ein annar partur av avtaluni er at bjóða námsfrøðiliga autismuráðgeving fyri at lætta um gerandisdagin hjá familjuni (autismuráðgeving).

Eitt tvørgeiraligt netverk við samskipara er knýtt at hvørjum barni. Samskiparin er sosialráðgevin hjá familjuni, og hann skipar fyri árligum netverksfundum.

Netverksfundurin

Endamálið við netverksfundunum er at savna teir myndugleikar, sum barnið hevur samband við, fyri at tryggja familjuni eina greiða og skipaða tænastu.

Hvør er við til netverksfundin

  • Foreldur, fosturforeldur ella verji
  • Umboð fyri almannaøkið, s.s. sosialráðgevi, umboð fyri møguliga trivnaðartænastur, autismuráðgevi
  • Umboð fyri námsfrøðina, s.s. dagstovnur, skúli, frítíðarskúli og møguliga eisini umboð fyri ta kommunalu námsfrøðiligu ráðgevingina
  • Umboð fyri sernámsfrøðina, Sernám
  • Umboð fyri barna- og ungdómspsykiatriska toymið

Nær verða netverksfundir skipaðir?
Fyrsti netverksfundur er á Psykiatriska deplinum, í sambandi við at autisman er staðfest, og frágreiðing er latin foreldrunum. Síðan bjóðar samskiparin inn til árligan netverksfund. Miðað verður ímóti at halda netverksfundin tann mánaðin, barnið hevur føðingardag.

Hvussu ofta verða netverksfundir skipaðir
Innihaldið á netverksfundunum verður skipað í samsvari við aldurin á barninum:
• Tá brekið autisma er staðfest
• Tá barnið fer í skúla
• Tannárini/vaksnamannatilveran

Tvørgeiraliga netverkið skal saman við foreldrunum gera eina virkisætlan fyri barnið. Hon skal tryggja samanheingi, sum allir partar eru samdir um, so útlitini og gongdin eru greið, og øll kenna sína uppgávu og ábyrgd.
Samskiparin, sum eisini er sosialráðgevi hjá familjuni, kunnar um møguleikarnar fyri stuðli sambært almannalógini.

Heimaráðgeving

Heimaráðgeving er eitt námsfrøðiligt tilboð til familjur, ið hava barn við avbjóðingum.

Endamálið við ráðgevingini er, at familjan fær ta hjálp og stuðul tey hava tørv á, soleiðis at tey fáa ein so vælvirkandi gerandisdag sum til ber.

Heimaráðgeving er staðfest í almannalógini, ið sigur, at foreldur at barni við týðandi likamligum ella sálarligum breki ella varandi sjúku, kunnu fáa heimaráðgeving.

Ráðgevingin, sum er til foreldur, fer fram heima hjá familjuni. Í samrøðu finna foreldur og ráðgevi útav hvør tørvurin hjá familjuni er. Samrøðan tekur støði í, at tað eru foreldrini, ið kenna barnið best. Ráðgevi og foreldur finna í felag fram til hóskandi loysnir.

Foreldrini fáa tær heimavitjanir, ið ráðgevin, saman við foreldrunum, metir tørvur er á. Familjan skal síðan sjálvstøðugt arbeiða við teimum amboðum/ráðum, tey hava fingið.

Ráðgevingin verður veitt sum:

  • Undirvísing um brekið ella sjúkuna (psykoedukatión)
  • Námsfrøðilig og onnur faklig amboð at handfara avbjóðingar í gerandisdegnum

Í undirvísingini verður greitt frá brekinum/sjúkuni, soleiðis at foreldrini fáa kunnleika um hvussu tey kunnu skilja og møta barninum. Undirvísingin er gott grundarlag fyri víðari ráðgeving.

Amboðini, ið nýtt verða í ráðgevingini, eru framleidd á deildini. Ráðgevi og foreldur finna í felag fram til hvørji amboð hóska best til tørvin hjá familjuni.

Dømi um amboð kunnu vera:

  • Relatiónsarbeiði, tí sambandið í familjuni hevur stóran týdning
  • Rógevandi námsfrøði (Low Arousal), har arbeitt verður við at minka um strongd
  • Kensluregulering
  • Skipa námsfrøði, har arbeitt verður við samanhangsfatan
  • Sosialar søgur, við fokus á sosialari menning

Tað hevur týdning, at familjan er motiverað og setur tíð av til at gera nyttu av ráðgevingini og amboðunum.

Reinsa
Fá meira at vita

Vilt tú hava meira at vita um møguleikarnar, kanst tú seta teg í samband við Viðskiftadepilin hjá Almannaverkinum.