Tann góða tilgongdin

Tann góða tilgongdin (TGT) er ein avtala um, hvussu ein góð tilgongd kann skipast fyri foreldur at børnum við autismu.
Avtalan er millum Almannamálaráðið, Mentamálaráðið, Heilsumálaráðið, Kommunufelagið og Autismufelagið. Tankin við tvørgeiraligari avtalu er at fáa arbeitt skjótt og væl tvørtur um geirar og mørk, so fullur ágóði fæst burtur úr vitan, førleikum og átøkum til frama fyri barnið og familjuna.

Samskipan av tilgongdini

Almannaverkið heldur sín part av avtaluni við at hava sosialráðgeva knýttan at foreldrunum at taka sær av at samskipa netverksfund fyri teir myndugleikar, sum á onkran hátt eru um barnið.

Ein annar partur av avtaluni er at bjóða námsfrøðiliga autismuráðgeving fyri at lætta um gerandisdagin hjá familjuni (autismuráðgeving).

Eitt tvørgeiraligt netverk við samskipara er knýtt at hvørjum barni. Samskiparin er sosialráðgevin hjá familjuni, og hann skipar fyri árligum netverksfundum.

Netverksfundurin

Endamálið við netverksfundunum er at savna teir myndugleikar, sum barnið hevur samband við, fyri at tryggja familjuni eina greiða og skipaða tænastu.

Hvør er við til netverksfundin

  • Foreldur, fosturforeldur ella verji
  • Umboð fyri almannaøkið, s.s. sosialráðgevi, umboð fyri møguliga trivnaðartænastur, autismuráðgevi
  • Umboð fyri námsfrøðina, s.s. dagstovnur, skúli, frítíðarskúli og møguliga eisini umboð fyri ta kommunalu námsfrøðiligu ráðgevingina
  • Umboð fyri sernámsfrøðina, Sernám
  • Umboð fyri barna- og ungdómspsykiatriska toymið

Nær verða netverksfundir skipaðir?
Fyrsti netverksfundur er á Psykiatriska deplinum, í sambandi við at autisman er staðfest, og frágreiðing er latin foreldrunum. Síðan bjóðar samskiparin inn til árligan netverksfund. Miðað verður ímóti at halda netverksfundin tann mánaðin, barnið hevur føðingardag.

Hvussu ofta verða netverksfundir skipaðir
Innihaldið á netverksfundunum verður skipað í samsvari við aldurin á barninum:
• Tá brekið autisma er staðfest
• Tá barnið fer í skúla
• Tannárini/vaksnamannatilveran

Tvørgeiraliga netverkið skal saman við foreldrunum gera eina virkisætlan fyri barnið. Hon skal tryggja samanheingi, sum allir partar eru samdir um, so útlitini og gongdin eru greið, og øll kenna sína uppgávu og ábyrgd.
Samskiparin, sum eisini er sosialráðgevi hjá familjuni, kunnar um møguleikarnar fyri stuðli sambært forsorgarlógini.

 

Heimaráðgeving

Heimaráðgeving er eitt námsfrøðiligt tilboð til familjur, ið hava heimabúgvandi børn, ið hava fingið staðfest autismu.

Endamálið við námsfrøðiligu ráðgevingini er at vera við til at lætta um gerandisdagin hjá familjuni.

Námsfrøðilig ráðgeving verður veitt sum:
• undirvísing um autismu
• praktisk vegleiðing
• námsfrøðilig amboð

Ráðgevingin fer fram heima hjá familjuni. Ráðgevingin er skipað sum hjálp til sjálvhjálp, so familjan ognar sær førleikan at skilja barnið við autismuspektrumórógv.

Samrøða er besta byrjanarstøði
Fyrsta vitjan er í heiminum, og byrjað verður við samrøðu, sum tekur støði í, at foreldur kenna sítt barn best og vita, hvørjar styrkir og avbjóðingar tað hevur.
Familjan og ráðgevin greina avbjóðingarnar hjá familjuni.

Samstarvsavtala
Samstarvsavtala verður gjørd við foreldrini um ráðgeving, sum tekur støði í, hvussu farast skal fram í samsvari við tær avbjóðingar, sum familjan hevur.
Námsfrøðiliga ráðgevingin fevnir um so nógvar heimavitjanir, sum familjan hevur tørv á.
Familjan skal síðan sjálvstøðugt arbeiða við teimum avtalum, sum eru gjørdar.
Tað er umráðandi, at familjan er motiverað og setir tíð av til at fylgja teimum tiltøkum, sum eru avtalað.
Á síðstu heimavitjan verður mett um, um arbeiðið hevur verið nøktandi, og út frá hesum verður skrivlig eftirmeting gjørd.

Vilt tú hava meira at vita um møguleikarnar, kanst tú seta teg í samband við Viðskiftadepilin hjá Almannaverkinum. Meira kann lesast her

Reinsa
Fá meira at vita

Vilt tú hava meira at vita um møguleikarnar, kanst tú seta teg í samband við Viðskiftadepilin hjá Almannaverkinum.