Teknmáls- og skrivitulking
Deildin veitir teknmálstulk til samskifti, har deyv, hoyritarnað og hoyrandi møtast, og har almenn upplýsing og tiltøk fara fram eftir bílegging. Tulkað verður úr føroyskum talumáli til føroyskt teknmál og øvugt, og í ávísum førum kann tulkast úr norðurlendskum ella enskum talumáli til føroyskt teknmál. Eisini veita vit skrivitulking á føroyskum máli.
Tulkur er uttanveltaður, tulkar millum partar, hevur tagnarskyldu.
Til ber at bíleggja teknmálstulk/skrivitulk/fjartulking við at venda sær til deildina soleiðis:
við at fylla út bíleggingarseðilin í høgru síðu
við at útfylla oyðublaðið og senda teldupost til ttt@av.fo
við at ringja á tlf. 360000 mánadag til hósdag kl. 10:00-15:00 og fríggjadag kl. 10:00-13:00
fjartulking fæst við at ringja ella senda sms boð á tel. 297545 hósdagar millum kl. 10:00 og 12:30
Bíleggingarfreistir
Bíleggingar til teknmálstulk yrkadagar í dagtímunum skulu vera inni í seinasta lagi hósdag kl. 12.00 í vikuni frammanundan, at tulkast skal.
Bíleggingar til teknmálstulk eftir arbeiðstíð og til vikuskiftir/ halgidagar, skulu vera inni í seinasta lagi tríggjar vikur frammanundan, at tulkast skal.
Undantikið er tó brádliga íkomin tørvur á tulki yrkadagar til viðgerð á skaðastovu, í sambandi við innlegging, politiavhoyring, deyðsfall og annað álvarsamt.
Teknmálstulking - tulkað verður beinleiðis úr talaðum máli til føroyskt teknmál og øvugt.
Teknstuðlað samskifti - tulkurin leggur seg tætt at talaða setningsbygnaðinum og hevur týðiligar munnrørslur. Hesin háttur verður mest brúktur til deyvblivin, sum fyrr hava hoyrt og framvegis tosa sjálvi.
Fjartulking - tulkingin fer fram gjøgnum skíggja (teldu, teldil og/ella telefon), t.v.s. at partarnir hava ikki fyri neyðini at vera á einum og sama stað.
Skrivitulking - tulkurin situr við teldu og skrivar tað, ið tulkast skal, og móttakarin fær lisið við beinleiðis á skíggja. Hesin háttur verður mest brúktur av fólki við niðursettari hoyrn, sum ikki eru teknmálsbrúkarar og framvegis tosa sjálvi. Smidligt samskifti – neyvleiki, smidleiki og gjøgnumskygni eru lyklaorð í dagsins samskifti. Tað er umráðandi, at fólk samskifta greitt og týðiliga sínámillum, so at fólk skilja tað, sum sagt verður, og at einki dettur burtur ímillum. At sjónarmið og ynski koma greitt fram. Hetta er sjálvandi eisini galdandi fyri samskifti millum hoyrandi og deyv/hoyritarnað. Tulking hevur neyðuga førleikan innan samskifti millum hoyrandi og deyv/hoyritarnað og kann veita tulk til samskifti, har deyv/hoyritarnað og hoyrandi møtast.
Til ber at bíleggja tulk til ymisk høvi, t.d.:
Útbúgving og arbeiði (undirvísing, samrøður, fundir, skeið)
Heilsuverk (læknaviðtalur, viðgerð, innlegging)
Frítíð og gerandislív (feløg, foreldrafundir, banki, koyrikort)
Kirkju og samkomur (gudstænastur, dóp, vígslur, jarðarferðir)
Almenn tiltøk (tíðindi, fyrilestrar, ráðstevnur, politiskir fundir)
Tit kunnu altíð seta tykkum í samband við okkum um serlig ynski. Tó skal tulkur bíleggjast í góðari tíð og sambært bíleggingarfreistunum.
Okkara starvsfólk hava tagnarskyldu, ið stendur við, eisini tá ein er farin úr starvi.
Fyri 2026, uppgávur sum ikki eru umfataðar av almannalógini § 42, stk. 2 verða álagdar eitt gjald sum svarar til kostnaðin av at veita tænastuna.
Ein tulkatími | Kr. 630,- |
Dupult tulkatími ( 2-tulka uppgáva) | Kr. 1.260,- |
Úrtíð – eftir kl 22.00 og vikuskifti/halgidagar | Kr. 680,- |
Úrtíð – dupult tulkatími (2-tulka uppgáva) | Kr. 1.360,- |
Longri ferðing | Kr. 300,- |
Útreiðslur til ferðing, náttarvist, tilfar og líknandi | Gjald svarandi til kostnað |
Deyv hava møguleika fyri ókeypis persónligum tulki til frítíðarvirksemi og annað, svarandi til 20 tímar árliga.
Heimild at taka gjald fyri tænastuna í Løgtingslógini um almannatrygd og tænastu § 42, stk 3
Sjálvt gjaldið verður ásett við heimild í kunngerð nr. 84 frá 7. juni 2011, í ásetur, at prísurin skal taka støði í kostnaðinum/útreiðslunum av at veita tulkingina.
Meginreglan er, at um avlýsing er, so skal hetta verða 72 tímar innan tiltak, annars fellur gjald óansæð.