Teknmáls- og skrivitulking

Deildin fyri teknmáls- og skrivitulking veitir tulk til alt slag av samskifti, har deyv, hoyritarnað og hoyrandi møtast, og har almenn upplýsing og tiltøk fara fram. Tulkað verður úr føroyskum talumáli til føroyskt teknmál og øvugt, og í ávísum førum verður eisini tulkað úr norðurlendskum ella enskum talumáli til føroyskt teknmál. Eisini veita vit skrivitulking.

Ein tulkur er uttanveltaður og er ikki stuðul ella ráðgevi hjá borgaranum.

Bílegging av tulki

Til ber at bíleggja teknmálstulk/skrivitulk við at venda sær til okkara soleiðis:
• við at fylla út bíleggingarseðilin í høgru síðu
• við at senda teldupost til ttt@av.fo
• við at ringja á tlf. 319012
• við at koma inn á skrivstovuna á Smyrilsvegi 14. Opið er mán-hós kl. 9-15 og frí kl. 9-14

Bíleggingarfreist
Bíleggingar skulu vera inni í seinasta lagi hósdag kl. 12.00 í vikuni frammanundan, at tulkast skal. Undantikið er tó brádliga íkomin tørvur á tulki til t.d. viðgerð á skaðastovu, í sambandi við innlegging, politiavhoyring, deyðsfall og líknandi.

Ymisk sløg av tulking

Teknmálstulking - tulkað verður beinleiðis úr talaðum máli til føroyskt teknmál og øvugt.

Teknstuðlað samskifti - tulkurin leggur seg tætt at talaða setningsbygnaðinum og hevur týðiligar munnrørslur. Hesin háttur verður mest brúktur til deyvblivin, sum fyrr hava hoyrt og framvegis tosa sjálv.

Fjartulking - tulkingin fer fram gjøgnum skíggja (teldu, teldil og/ella telefon), t.v.s. at partarnir hava ikki fyri neyðini at vera á einum og sama stað.

Skrivitulking - tulkurin situr við teldu og skrivar tað, ið tulkast skal, og móttakarin fær lisið við beinleiðis á skíggja. Hesin háttur verður mest brúktur av fólkið við niðursettari hoyrn, sum ikki eru teknmálsbrúkarar og framvegis tosa sjálv.

Smidligt samskifti - neyvleiki, smidleiki og gjøgnumskygni eru lyklaorð í dagsins samskifti. Tað er umráðandi, at fólk samskifta greitt og týðiliga sínámillum, so at fólk skilja tað, sum sagt verður, og at einki dettur burtur ímillum. At sjónarmið og ynski koma greitt fram. Hetta er sjálvandi eisini galdandi fyri samskifti millum hoyrandi og deyv/hoyritarnað. Teknmálstulkatænastan hevur neyðuga førleikan innan samskifti millum hoyrandi og deyv/hoyritarnað og kann veita tulk til alt slag av samskifti, har deyv/hoyritarnað og hoyrandi møtast.

Tulk til eitt og hvørt høvi

Møguligt er at bíleggja tulk til eitt og hvørt høvi.
Niðanfyri síggjast nøkur dømi, sum vísa innan hvørji øki ein teknmálstulkur kann hava sítt arbeiði:

Útbúgving:

t.d. á studentaskúla, handilsskúla, handverkaraútbúgving, læraraútbúgving, heilsuskúla o.s.fr.

Arbeiði:

til setanarsamrøður, starvsfólkafundir, ymiskt samskifti í sambandi við arbeiði, upplæring, skeið o.a.

Lækna/heilsuverk:

í sambandi við læknaviðtalu, viðgerð, innlegging, ljósmóður o.a.

Frítíðarvirksemi:

til tiltøk í áhugafelag, á kvøldskúla, í bindiklubba, til veitsluborðhald, føðingardagar o.s.fr.

Gerandislív:

til foreldrafund og viðtalu á skúla og dagstovni, bankavitjan, tá koyrikort skal takast, í sambandi við húsakeyp/sølu, o.s.fr.

Kirkju/samkomur:

til gudstænastu/møti, dóp, ferming, vígslu, jarðarferð o.a.

Alment:

tíðindi og aðrar sendingar í KVF, hátíðardagar, mentanarlig tiltøk, fyrilestrar, ráðstevnur, politiskar fundir o.a.


Um tit hava serlig ynski, ber til at avtala hetta við okkum.

Tagnarskylda

Okkara starvsfólk hava tagnarskyldu, ið stendur við, eisini tá ein er farin úr starvi!

Kostnaður

2024
Uppgávur sum ikki eru umfataðar av almannalógini § 42, stk. 2 verða álagdar eitt gjald sum svarar til kostnaðin av at veita tænastuna.

Ein tulkatími

Kr. 600

Dupult tulkatími ( 2-tulka uppgáva)

Kr. 1.200

Úrtíð – eftir kl 22.00 og vikuskifti/halgidagar

Kr. 650

Úrtíð – dupult tulkatími (2-tulka uppgáva)

Kr. 1.300

Longri ferðing

Kr. 290

Útreiðslur til ferðing, náttarvist, tilfar og líknandi

Gjald svarandi til kostnað

Heimild at taka gjald fyri tænastuna er í almannalógini § 42, stk 3

Sjálvt gjaldið verður ásett við heimild í kunngerð nr. 84 frá 7. juni 2011, í ásetur, at prísurin skal taka støði í kostnaðinum/útreiðslinum av at veita tulking.

Reinsa
Blív teknmálstulkur
Les meira
Deildin fyri teknmáls- og skrivitulking

Smyrilsvegur 14

Tórshavn

Tlf 319012