Dátuvernd

Tummas Yang Simonsen er dátuverndarfólk á Almannaverkinum.

Um tú hevur spurningar um viðgerð av persónupplýsingum á Almannaverkinum, kanst tú venda tær til Tummas á teldupostadressu tummass@av.fo. Heitið á teldupostinum skal vera “Att. dátuverndarfólk”. Tú kanst eisini senda eitt vanligt bræv til  Almannaverkið, Staravegur 18, 100 Tórshavn, att. dátuverndarfólk.

 

Viðgerð av persónsupplýsingum

Soleiðis viðger Almannaverkið persónsupplýsingar um teg.

 

Dátuábyrgdari

Almannaverkið er dátuábyrgdari fyri viðgerð av persónsupplýsingum um allar borgarar, ið hava mál skrásett hjá Almannaverkinum.

Tú kanst seta teg í samband við Almannaverkið her:

Staravegur 18

110 Tórshavn

Postrúm 3096

Tel. 360000

av@av.fo

 

Endamálið við viðgerðini av persónsupplýsingum

Almannaverkið viðger persónsupplýsingar um borgarar, fyri at kunna viðgera tey mál, ið Almannaverkið umsitur. Almannaverkið hevur heimild at viðgera persónsupplýsingar sambært hesum lógum:

  • Lóg um almannapensjónir
  • Lóg um almannatrygd og tænastur
  • Lóg um tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin
  • Lóg um dagpening vegna sjúku
  • Lóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar
  • Lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk
  • Lóg um stuðul til uppihaldspening
  • Lóg um viðbót til ávísar pensjónistar
  • Lóg um familjuískoyti
  • Lóg um barnavernd

Almannaverkið byrjar viðgerðina av persónsupplýsingum, tá tú hevur søkt um eina veiting ella tænastu frá Almannaverkinum. Sostatt byrja málini við, at tú sum umsøkjari sendir Almannaverkinum persónsupplýsingar um teg. Sum almennur myndugleiki hevur Almannaverkið somuleiðis heimild at skráseta p-talið sum liður í eintýðugari eyðmerking.

 

Slag av persónsupplýsingum

Almannaverkið innheintar og skrásetir allar vanligar samleikaupplýsingar sum t.d. navn, adressu, p-tal, telefonnummar og teldupostadressu. Alt eftir hvørja veiting ella tænastu, ið søkt er um, viðger Almannaverkið eisini upplýsingar um arbeiðsgevara, starvsheiti, starvstíð, starvsstað, lønarviðurskifti, inntøku/fíggjarviðurskifti, kontonummar, útbúgving, sivilstøðu, tryggingarendurgjald, deyðsváttan, ogn, skuld, lán, avvarðandi og foreldramyndugleika. Av viðkvæmum persónsupplýsingum viðger Almannaverkið somuleiðis upplýsingar um heilsuviðurskifti, ið fevnir um bæði likamliga og sálarliga heilsu, Almannaverkið skrásetir í ávísum málum somuleiðis upplýsingar um munandi sosialar trupulleikar og onnur heilt privat viðurskifti. Í teimum førum, har persónar verða dømdir til eftirlit undir Almannaverkinum, viðger Almannaverkið somuleiðis upplýsingar um revsiverd viðurskifti.

 

Víðarilatan til og innheintan frá øðrum myndugleikum

Almannaverkið innheintar og skrásetir í mestan mun upplýsingar um teg, ið verða fingnar til vega, tá tú søkir um einhvørja veiting ella tænastu. Almannaverkið kann tó krevja upplýsingar um teg frá øðrum myndugleikum í tann mun upplýsingarnar eru neyðugar fyri viðgerðina av málinum. Hetta verður einans gjørt, tá Almannaverkið hevur heimild í lóg at krevja upplýsingarnar. Sum dømi kann nevnast § 24 í lóg um sjúkradagpening, ið ásetir, at Almannaverkið kann krevja upplýsingar frá øðrum pørtum, um upplýsingarnar mugu metast neyðugar fyri viðgerðina og avgerðina í málinum. Almannaverkið hevur somuleiðis heimild í § 53 í lóg um almannatrygd og tænastur at krevja ávísar upplýsingar um teg í ávísum málum.

Almannaverkið kann somuleiðis lata upplýsingar víðari til aðrar myndugleikar annaðhvørt við samtykki frá tær ella við lógarheimild. Dømi er § 53, stk. 4 í lóg um almannatrygd og tænastur, har Almannaverkið og sjúkrahúsverkið av sær sjálvum og uttan samtykki kunnu lata upplýsingar millum sín. Um tú kærir eina avgerð hjá Almannaverkinum til Kærunevndina í Almanna-, familju- og heilsumálum, víðariletur Almannaverkið somuleiðis upplýsingar um teg til Føroya Kærustovn, ið fyrireikar málini til kærunevndina.

 

Tíni rættindi

Tú hevur ávís rættindi, um Almannaverkið hevur upplýsingar um teg. Sambært dátuverndarlógini hevur tú rætt til at krevja innlit í hvørjar persónsupplýsingar Almannaverkið hevur skrásett um teg. Almannaverkið skal tá upplýsa teg um endamálið við viðgerðini av tínum persónsupplýsingum, hvørji sløg av upplýsingum verða viðgjørd, um upplýsingarnar verða latnar øðrum pørtum o.a. Tú kanst somuleiðis krevja, at skeivar ella ófullfíggjaðar upplýsingar um teg verða rættaðar.

 

Klaga um viðgerð av persónsupplýsingum

Dátueftirlitið er tann almenni myndugleikin, ið umsitur dátuverndarlógina. Sambært § 76 í dátuverndarlógini kanst tú klaga til Dátueftirlitið um viðgerð av persónsupplýsingum, ið viðvíkja tær.

Tú kanst seta teg í samband við Dátueftirlitið her:

Dátueftirlitið

Tinganes

Postboks 300

dat@dat.fo

www.dat.fo