DSCF8881.JPG

Dátuverndarkunning

Soleiðis viðgera vit tínar persónupplýsingar

Almannaverkið viðger persónsupplýsingar um teg, tá tú søkir um eina veiting, stuðul ella tænastu, fært hjálp frá okkum ella á annan hátt ert í samband við okkum.

Vit viðgera eisini upplýsingar um onnur, til dømis avvarðandi, starvsumsøkjarar og starvsfólk, tá tað er neyðugt fyri okkara uppgávur.

Vit viðgera persónsupplýsingar í samsvari við dátuverndarlógina og nýta hóskandi trygdartiltøk til at verja tær. Øll starvsfólk hava tagnarskyldu og skulu viðgera upplýsingarnar í trúnaði.

Í hesi kunning kanst tú lesa um:

  • hví vit viðgera tínar persónsupplýsingar
  • hvørjar upplýsingar vit viðgera
  • hvaðani vit fáa upplýsingarnar
  • hvørjum vit kunnu lata upplýsingarnar
  • hvussu leingi vit varðveita tær
  • hvørji rættindi tú hevur
  • hvussu tú kanst kæra um okkara viðgerð.

 

1. Hvør hevur ábyrgdina av tínum persónsupplýsingum?

Almannaverkið er dátuábyrgdari fyri viðgerðina av persónsupplýsingum í sambandi við tær uppgávur, sum Almannaverkið hevur ábyrgdina av.

Samskiftisupplýsingar:

Almannaverkið
Staravegur 18
110 Tórshavn
Postrúm 3096
Telefon: 360000
Teldupostur:
av@av.fo

 

Dátuverndarfólk:

Jens Christian Olsen

Teldupostur: dpo@av.fo

Telefon: +298 784070

Tú kanst seta teg í samband við dátuverndarfólkið, um tú hevur spurningar um okkara viðgerð av persónsupplýsingum ella rættindi tíni sambært dátuverndarlógini.

Set tá „Att: dátuverndarfólk“ í evnisheitið á teldupostinum.

Tú kanst eisini senda eitt bræv til Almannaverkið, merkt „Att: dátuverndarfólk“.

 

2. Hví viðgera vit persónsupplýsingar tínar?

Vit viðgera persónsupplýsingar fyri at kunna røkja okkara lógarásettu uppgávur.

Hetta fevnir millum annað um at:

  • móttaka og viðgera umsóknir um pensjónir, dagpening, fíggjarligan stuðul og aðrar veitingar
  • viðgera umsóknir um stuðulstænastur, bútilboð, endurvenjing, hjálpartól og aðrar tænastur
  • veita ráðgeving og vegleiðing
  • upplýsa mál, meta um tørv og taka avgerðir
  • rokna og rinda veitingar
  • veita tænastur og hava eftirlit við veittum stuðli
  • hava eftirlit við, um treytirnar fyri veitingum og tænastum eru loknar
  • viðgera kærur og aðrar fyrispurningar
  • skjalfesta okkara málsviðgerð og lúka skyldur um journalisering og varðveiting.

Vit viðgera upplýsingar, sum eru neyðugar og viðkomandi fyri okkara uppgávur.

 

Heimild fyri viðgerðini

Viðgerðin fer fram við heimild í dátuverndarlógini og teimum serlóggávum, sum Almannaverkið umsitur.

Heimildin fyri viðgerð av vanligum persónsupplýsingum er serliga § 8, stk. 1, nr. 3 og 5 í dátuverndarlógini, tá viðgerðin er neyðug fyri at lúka eina rættarliga skyldu ella røkja uppgávur í samfelagsins áhuga ella sum liður í almennari myndugleikaútinnan.

Tá vit viðgera viðkvæmar persónsupplýsingar, skal viðgerðin hava heimild eftir § 12 í dátuverndarlógini.

Upplýsingar um revsiverd viðurskifti verða bert viðgjørdar, tá lógarheimild er til tess.

Almannaverkið umsitur m.a. uppgávur sambært hesum lógum:

  • lóg um almannapensjónir
  • lóg um almannatrygd og tænastur
  • lóg um tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin
  • lóg um dagpening vegna sjúku
  • lóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar
  • lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk
  • lóg um viðbót til ávísar pensjónistar.
  • lóg um familjuískoyti
  • lóg um barnavernd
  • og aðrar viðkomandi lógir.

 

3. Hvørjar persónsupplýsingar viðgera vit?

Hvørjar upplýsingar vit viðgera um teg, veldst um, hvat mál ella hvørja tænastu talan er um.

Vanligar persónsupplýsingar

Vit kunnu m.a. viðgera:

  • navn, bústað, p-tal og samskiftisupplýsingar
  • upplýsingar um hjúnastøðu, húski og familjuviðurskifti
  • upplýsingar um arbeiði, útbúgving og starvsviðurskifti
  • upplýsingar um inntøku, ogn, skuld og onnur fíggjarlig viðurskifti
  • kontonummar og upplýsingar um útgjøld
  • upplýsingar um umsóknir, avgerðir og samskifti við Almannaverkið

Viðkvæmar persónsupplýsingar

Í ávísum málum er neyðugt at viðgera heilsuupplýsingar, t.d.:

  • upplýsingar um likamliga og sálarliga heilsu
  • upplýsingar um sjúku, brek og førleika
  • læknaváttanir og heilsufakligar metingar
  • upplýsingar um tørv á stuðli, viðgerð, endurvenjing ella hjálpartólum.

 

Aðrar upplýsingar um persónlig viðurskifti

Vit kunnu eisini viðgera upplýsingar um sosialar trupulleikar, bústaðarviðurskifti, umsorganartørv og onnur persónlig viðurskifti.

Í serligum málum kunnu vit eisini viðgera upplýsingar um revsiverd viðurskifti.

Vit viðgera ikki allar hesar upplýsingar í øllum málum.

 

4. Hvaðani fáa vit tínar persónsupplýsingar?

Vit fáa fyrst og fremst upplýsingarnar frá tær sjálvum.

Hetta kann vera, tá tú:

  • sendir eina umsókn
  • sendir skjøl ella aðrar upplýsingar
  • tosar við ein ráðgeva ella annað starvsfólk
  • setur teg í samband við okkum við telefon, telduposti ella á annan hátt
  • tekur lut í fundum ella samrøðum í sambandi við eitt mál.

Upplýsingar, sum tú gevur munnliga, kunnu verða skrásettar í málinum, tá tær hava týdning fyri málsviðgerðina.

Upplýsingar frá øðrum

Í ávísum málum kunnu vit eisini fáa upplýsingar frá øðrum, tá vit hava lógarheimild til tess.

Hetta kann millum annað vera frá:

  • sjúkrahúsverkinum og heilsustarvsfólkum
  • kommunum og øðrum almennum myndugleikum
  • skattamyndugleikum
  • arbeiðsgevarum
  • øðrum viðkomandi pørtum.

T.d. sambært § 53 í lóg um almannatrygd og tænastur kann Almannaverkið í ávísum førum krevja upplýsingar, sum eru neyðugar fyri málsviðgerðina, og í  ávísum sjúkradagpeningamálum kann Almannaverkið eisini innheinta upplýsingar við heimild í § 24 í lóg um dagpening vegna sjúku.

 

5. Skalt tú lata okkum persónsupplýsingar?

Tá tú søkir um eina veiting ella tænastu, er tað vanliga neyðugt, at vit fáa ávísar upplýsingar fyri at kunna viðgera umsóknina.

Í ávísum førum hevur tú sambært lóggávuni skyldu at lata okkum upplýsingar.

Um vit ikki fáa tær neyðugu upplýsingarnar, kann tað hava við sær, at vit ikki kunnu viðgera umsóknina til fulnar ella mugu taka avgerð á fyriliggjandi grundarlagi.

 

6. Kanst tú taka samtykki aftur?

Almannaverkið viðger vanliga tínar persónsupplýsingar við heimild í lóg og hevur tí ikki tørv á tínum samtykki.Í ávísum førum kann viðgerðin tó vera grundað á títt samtykki. Í tílíkum førum kunna vit teg um hetta.

Um tú hevur givið samtykki til, at vit viðgera tínar persónupplýsingar, kanst tú altíð taka samtykkið aftur. Tá tú tekur samtykkið aftur, steðga vit teirri viðgerðini, sum er grundað á samtykkið, uttan so at vit hava aðra lógliga heimild til at halda fram. At tú tekur samtykkið aftur, broytir ikki tað, at viðgerðin, sum fór fram, áðrenn tú tók samtykkið aftur, var lóglig.

Tú kanst seta teg í samband við Almannaverkið, um tú ynskir at taka eitt samtykki aftur.

 

7. Hvat hendir við upplýsingunum, um tú tekur eina umsókn aftur?

Um tú tekur eina umsókn aftur, steðgar viðgerðin av sjálvari umsóknini vanliga, og málið kann latast aftur uttan avgerð.

Tað merkir tó ikki, at allar persónsupplýsingarnar í málinum verða strikaðar.

Upplýsingar, sum eru skrásettar í sambandi við málsviðgerðina, kunnu framvegis verða varðveittar, um vit hava lógargrundarlag fyri varðveitingini.

Hetta kann eisini fevna um upplýsingar, sum tú hevur givið munnliga undir samrøðum við okkara ráðgevar, og sum eru skrásettar í málinum.

Varðveitingin kann vera neyðug t.d. fyri at lúka skyldur um journalisering, skjalasavnsviðurskifti og skjalfesting av málsviðgerðini.

Um tú ynskir at fáa upplýsingar strikaðar, kanst tú seta teg í samband við okkum.

Vit meta tá um umbønina sambært dátuverndarlógini og teimum varðveitingarskyldum, sum eru galdandi.

 

8. Hvussu leingi varðveita vit persónsupplýsingar tínar?

Vit varðveita persónsupplýsingar tínar so leingi, sum tað er neyðugt fyri endamálið við viðgerðini, ella so leingi sum vit sambært lóggávuni hava skyldu til at varðveita tær.

Varðveitingartíðin veldst m.a. um:

  • hvat slag av máli talan er um
  • hvørjar upplýsingar eru skrásettar
  • um málið er virkið ella liðugt
  • hvørjar reglur um journalisering, skjalasøvn og striking eru galdandi.

Sum almennur myndugleiki hevur Almannaverkið skyldu at varðveita ávís skjøl og upplýsingar.

Mál og skjøl hjá Almannaverkinum verða latin Tjóðskjalasavninum sambært galdandi reglum um almenn skjalasøvn. Tá ið upplýsingarnar eru goymdar á Tjóðskjalasavninum ella vrakaðar, hevur Almannaverkið ikki longur atgongd til upplýsingarnar.

Aðrar upplýsingar verða strikaðar, tá tær ikki longur eru neyðugar, og eingin lógarásett skylda er at varðveita tær.

 

9. Hvørjum lata vit persónsupplýsingar tínar?

Vit kunnu lata øðrum almennum myndugleikum og viðkomandi móttakarum persónsupplýsingar, tá vit hava lógarheimild til tess.

Hetta kann t.d. vera:

  • sjúkrahúsverkið og aðrir viðkomandi heilsumyndugleikar
  • kommunur og aðrir almennir myndugleikar
  • Føroya Kærustovnur og viðkomandi kærumyndugleikar
  • aðrir móttakarar, tá lógarheimild er til tess.

Sambært § 53, stk. 4 í lóg um almannatrygd og tænastur kunnu Almannaverkið og Sjúkrahúsverkið í ávísum førum lata upplýsingar sínámillum uttan samtykki.

Um tú kærir eina avgerð hjá Almannaverkinum, kunnu viðkomandi upplýsingar latast Føroya Kærustovni til viðgerð av kæruni.

Vit lata bert upplýsingar víðari, tá tað er lógligt og neyðugt.

 

Dátuviðgerar

Vit kunnu nýta KT-veitarar og aðrar dátuviðgerar, sum viðgera persónupplýsingar okkara vegna.

Tá skulu viðkomandi krøv um dátuvernd og dátuviðgerðaravtalur vera lokin.

Flutningur av upplýsingum úr Føroyum

Almannaverkið flytur í útgangsstøðinum ikki persónsupplýsingar um borgarar til móttakarar uttan fyri Føroyar. Í ávísum førum kann tað tó vera neyðugt at flyta persónsupplýsingar til móttakarar í øðrum londum. Slíkur flutningur fer bert fram, tá lógarheimild er til tess, og treytirnar í dátuverndarlógini eru loknar.

 

10. Hvørji rættindi hevur tú?

Sambært dátuverndarlógini hevur tú fleiri rættindi í sambandi við okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum.

Rættur til kunning – §§ 23–25

Tú hevur rætt til at fáa kunning um, hvussu vit viðgera persónsupplýsingar tínar.

Rættur til innlit – § 26

Tú kanst biðja um at fáa at vita, hvørjar persónsupplýsingar vit viðgera um teg, og fáa innlit í upplýsingarnar.

Rættur til rætting – § 27

Tú kanst biðja um at fáa skeivar ella ófullfíggjaðar persónsupplýsingar rættaðar.

Rættur til striking – § 28

Tú kanst í ávísum førum biðja um at fáa tínar persónsupplýsingar strikaðar.

Rættur til avmarking av viðgerð – § 29

Tú kanst í ávísum førum biðja um, at viðgerðin av tínum persónsupplýsingum verður avmarkað.

Rættur til dátuflutning – § 31

Í ávísum førum kanst tú biðja um at fáa tínar persónsupplýsingar fluttar til ein annan dátuábyrgdara.

Rættur til mótmæli – §§ 32–34

Tú kanst í ávísum førum mótmæla, at vit viðgera tínar persónsupplýsingar.

Rættindi í sambandi við sjálvvirknar avgerðir

Tú hevur eisini ávís rættindi, um avgerðir um teg verða tiknar einans við sjálvvirknari viðgerð.

Eru rættindini treytaleys? 

Nei. Rættindini eru ikki treytaleys.

T.d. kunnu lógarásettar skyldur um varðveiting hava við sær, at vit ikki kunnu strika upplýsingar, hóast tú biður um tað.

Vit meta um hvørja umbøn sambært galdandi lóggávu.

Um tú ynskir at gera tíni rættindi galdandi, kanst tú seta teg í samband við Almannaverkið ella dátuverndarfólkið.

 

13. Hvussu kanst tú klaga?

Um tú heldur, at vit ikki viðgera tínar persónsupplýsingar í samsvari við dátuverndarlógina, kanst tú seta teg í samband við okkum ella okkara dátuverndarfólk.

Tú hevur eisini rætt til at klaga til Dátueftirlitið sambært § 76 í dátuverndarlógini:

Dátueftirlitið

Heiðavegur 25
FO-600 Saltangará
Telefon: +298 309100
Teldupostur:
dat@dat.fo
Heimasíða:
www.dat.fo