Rættindi og skyldur

Almannaverkið er stovnur hjá landinum, ið hevur sum fremsta mál at hjálpa fólki, ið á onkran hátt eru komin illa fyri. Tað eru tey, ið hava verið fyri eini sokallaðari almannahending og kunnu hava hjálp, ráðgeving ella veiting fyri neyðini. Tá er at venda sær til Almannaverkið at fáa at vita, hvussu stendur til, t.v.s. hvørji rættindi og hvørjar skyldur tú hevur, og hvussu tú skalt bera teg at fyri at koma víðari.

Okkara mál

Grundhugsjónin í sosiala arbeiðnum er at stuðla fólki í sjálvi at megna sítt lív so nógv sum til ber. Tí má hjálpin tillagast hvørjum borgara sær, og tað krevur sínamillum samskifti, so vit fáa greitt innlit í viðurskiftini hjá hvørjum einstøkum. Fremsta endamálið er at veita ta røttu og bestu hjálpina við tí minst møguliga inntrivinum.

Samstundis er tað eisini skyldan hjá tí almenna at finna skynsamastu og bíligastu loysnina, so fíggjarliga tilfeingið verður best gagnnýtt.

Ráð og vegleiðing

Óttast tú at koma í neyð, ella eru trupulleikar, fíggjarligir og/ella sosialir, longu íkomnir av tí støðu, tú ert komin í, so vend tær til Almannaverkið at fáa ráð og vegleiðing. Tað eru fleiri almannahendingar, sum kunnu skapa stúran og iva um framtíðina. Tað kann vera at eitt barn fær staðfest brek, at tú missir arbeiðsførleikan, gerst sjúkur, arbeiðsleysur ella kemur í líknandi støðu.

Persónligir og fíggjarligir trupulleikar
Almannahendingar kunnu hava fíggjarligar broytingar við sær, sum eru torførar at yvirskoða og harvið loysa. Eisini kunnu tær elva til persónligar ella sosialar trupulleikar. Veitst tú ikki, hvønn tú skalt venda tær til, tá ið tað snýr seg um slíkan trupulleika ella ivaspurning, kanst tú venda tær til Almannaverkið. Vit kunnu vegleiða um, hvussu trupulleikar í verandi løtu kunnu loysast, og hvussu tú í framtíðini loysir teir trupulleikar, sum íkoma. Ring til eina avgreiðslu, kom inn á gólvið ella skriva teldupost. Bið um tíð til eina samrøðu við sosialráðgeva um tínar umstøður. Á avgreiðslunum arbeiða serútbúgvin fólk, sum annaðhvørt eru sosialráðgevar ella hava líknandi útbúgving og upplæring í sosialari umsiting. Tey duga at ráðgeva og vegleiða og hava holla vitan og innlit í almannalóggávuna.

Um avgreiðslan sjálv ikki fært hjálpt tær, kann hon vísa tær til onnur serkøn á Almannaverkinum.

Kann Almannaverkið ikki sjálvt vegleiða, hjálpa tær ella svara tínum fyrispurningi, fært tú at vita, hvønn tú kanst venda tær til við fyrispurninginum ella trupulleikanum. Avtala kann eisini verða gjørd um, at Almannaverkið vendir sær til viðkomandi stovn ella myndugleika tína vegna.

Rættindi og skyldur

Rættindi og skyldur – borgarin og Almannaverkið
Á hesi síðu verður greitt nærri frá tínum rættindum og skyldum mótvegis Almannaverkinum. Oyðubløð og faldarar eru at finna á heimasíðuni, eins og tey eru at fáa á avgreiðslunum. Hesi saman við heimasíðukunningini eru ætlað sum bráðupplýsing, tá ið okkurt hevur stungið seg upp, men ikki ætlað sum fullfíggjað ráðgeving og hjálp. Ring ella skriva teldupost til Almannaverkið og fá eitt prát um ivamál og spurningar, sum eru.

Umframt at umsita eina røð av peningaveitingum, skulu vit sambært lóg og kunngerðum veita nakrar tænastur. Tá ið broytingar eru í lógum og upphæddum, ið hava týdning fyri borgaran, verður lýst og kunnað á heimasíðuni og í fjølmiðlum.

Vit upplýsa almenningin um rættindi og skyldur sambært almannalóggávuni og geva borgaranum tilboð um persónliga og forsorgarliga ráðgeving og vegleiðing.

Harumframt er uppgávan hjá Almannaverkinum at hjálpa og vísa borgarum við serligum tørvi á tænastur, ið stovnurin veitir. Talan kann vera um tørv á stuðulsfólki, stovnsuppihaldi ella uppihaldi á sambýli til fólk, ið bera likamligt ella sálarligt brek.

Mál, viðgerð og avgerð
Eitt mál er t.d. ein umsókn um uppihaldshjálp, barnagjald ella aðra veiting, har ein avgerð verður tikin, ið byggir á eina málsviðgerð. Ein málsviðgerð fylgir ávísum krøvum, sum fyrisitingarlógin fyriskrivar. Starvsfólkið, ið viðger eitt mál, er sostatt ein myndugleikapersónur, ið hevur skyldu at taka avgerðir um veitingar í samsvari við almannalóggávuna eftir reglum, sum eru ásettar í lógini um almenna fyrisiting. Í hesum er eisini tín rættartrygd.

Tínar skyldur og tín rættur í sambandi við málsviðgerðina
Tú hevur skyldu til at lata Almannaverkinum rættar upplýsingar og at boða frá broytingum, ið kunnu ávirka veitingina, støddina á henni og tín rætt til hana.

Um tú ikki heldur hesar skyldur, verður veitingin, sum tú hevur fingið, kravd afturgoldin. Um tú gevur skeivar ella villandi upplýsingar ella tigur um viðurskifti av týdningi fyri avgerðina í málinum, kann í ringasta føri ákæra um sosialt svik verða reist. Revsingin kann tá verða bót ella varðhald.

Øll hava rætt til at verða hoyrd í sambandi við málsviðgerðina og at fáa innlit í sítt mál. Tú hevur rætt til at lata teg umboða av øðrum, um tú vilt tað. Eisini kanst tú hava hjásita við tær, tá ið tú t.d. ert til samrøðu á Almannaverkinum.

Hevur tú ynski um at lata teg umboða ella at hava hjásita, eigur tú at siga Almannaverkinum frá tí frammanundan.

Kærumøguleikar

Tú kanst altíð kæra eina avgerð hjá Almannaverkinum til Kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum. Minst bara til, at tú mást kæra innan 4 vikur frá tú móttekur avgerðina.

Heldur tú teg ikki hava fingið nóg góða viðferð frá starvsfólkinum í Almannaverkinum, kanst tú venda tær til leiðaran hjá viðkomandi starvsfólki og gera vart við hetta. Um tú sendir eina klagu til av@av.fo, verður hon víðarisend leiðaranum.

Eisini vilja vit upplýsa, at tað ber til at klaga Almannaverkið til Løgtingsins umboðsmann, sí nærri á teirra heimasíðu www.lum.fo

Innlit í mál

Øll kunnu søkja um at fáa innlit í sítt mál. Almannaverkinum er álagt at svara innlitsumbønum innan 10 dagar. Umbøn um innlit kann sendast til av@av.fo