Søgan um Almannaverkið
1. apríl 1975 vórðu partar av almannaøkinum yvirtiknir sum føroyskt sermál. Henda dag varð Almannastovan sett á stovn. Áðrenn ta tíð varð økið rikið av donskum myndugleikum, og ábyrgdin lá hjá Ríkisumboðnum. Teir fáu stovnarnir, ið vóru í Føroyum tá, hoyrdu undir Statens Åndssvageforsorg. Yvirtøkan í 1975 fevndi um sosialu umsitingina, og tey 15 starvsfólkini, ið varðaðu av hesi uppgávuni.
Sostatt er meir enn hálv øld farin síðan fyrstu yvirtøkuna á almannaøkinum. Síðan tá hevur stovnurin ment seg til at vera hornasteinur í føroyska vælferðarsamfelagnum. So líðandi eru allar tænastur og veitingar komnar á føroyskar hendur, og í dag er alt økið rikið og fíggjað av føroyskum myndugleikum.
Í stuttum kann søguliga gongdin lýsast soleiðis:
→1975 Danskir myndugleikar høvdu ábyrgdina av almannaøkinum. Í Føroyum eins og aðrastaðni var vælferðarsamfelagið við almennum veitingum og tænastum spakuliga ment upp gjøgnum 20. øld.
1975 Sosiala umsitingin kemur á føroyskar hendur. Almannastovan sett á stovn.
1988 Statens Åndsvageforsorg verður yvirtikin. Høvuðsuppgávur: Bú- og dagstovnar og málsviðgerð innan menningartarn. Fær navnið Andveikraverndin í fyrstani.
1994 Andveikraverndin og Endurbúgvingarstovan verða løgd undir Almannastovuna, har nakað av teirra virksemið heldur fram. Nakað av virkseminum fer í nýggjan stovn undir Almannastovuni, ið verður kallaður Serstovnadeildin.
2000 Serstovnadeildin fer úr Almannastovuni og verður løgd saman við Heimarøktini við egnum stjóra og undir nýggjum heiti: Heimarøktin og Serforsorgin.
2002 Stuðulstænastan innan sosialpsykiatri verður sett á stovn sum nýggj tænasta undir Heimarøktin og Serforsorgin. Sama ár verður tænastan við stuðli til børn og ung sett á stovn undir Almannastovuni.
2006 Barnaverndarstovnar koma undir Almannastovuna frá Ráðnum. Nýggj barnaverndarlóg og høvuðsbarnavernd kemur í 2005.
2006 Navnabroyting – Heimarøktin og Serforsorgin broyta navn til Nærverkið. Bæði stuðul til børn og ung og Barnaverndarstovnar fara úr Almannastovuni og koma undir stovnin Nærverkið.
2011 Nærverkið og Almannastovan verða løgd saman í ein stovn Almannaverkið undir einum stjóra. Alt virksemið verður sostatt savnað í nýggja Almannaverkinum við 1700 starvsfólkum. Tann endaligi bygnaðurin í hesari samanleggingini er upp á pláss 1. januar 2013.
2015 Eldraøkið verður lagt út til kommunurnar, og Almannaverkið fær tað uppgávu- og ábyrgdarøki, sum enn er í dag.
Stjórar gjøgnum árini
Claus Herman: apríl 1975 - august 1986
Almannastovan
Tommy Petersen: januar 1987 - februar 1993
Almannastovan
Ole Kragh: mars 1993 - september 1993
Almannastovan
Bjarni Wilhelm: oktober 1993 - januar 1998
Almannastovan
Jóan Hendrik Samuelsen: februar 1998 - desember 1998
Almannastovan
Maria Jacobsen: januar 1999 - juli 2000
Almannastovan
Petra Johnsdóttir Joensen: heystið 2000 - juli 2013
Almannastovan/Almannaverkið
Eyðun Mohr Hansen: juli 2013 - apríl 2014
Almannaverkið
Edvard Heen: mai 2014 - juni 2025
Almannaverkið
Hjørdis S. Mortensen: juni 2025 -
Almannaverkið
Jákup Foldbo: 1998 - 2003
Heimarøktin og serforsorgin
Mary J. í Garði: 2003 - 2011
Heimarøktin og serforsorgin (frá 2006 Nærverkið)
Almannalóggávan gjøgnum árini
- Danska forsorgarlógin varð grundarlagið fyri allari málsviðgerð, veitingum og tænastum (undantikið arbeiðsfremjandi tiltøkum og barnavernd) fram til 2021. Hetta var eisini langt aftaná, at hon var farin úr gildi í Danmark.
- Í 2013 kom lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk-
- Føroyska Almannalógin (Løgtingslóg um almannatrygd og tænastur) varð sett í gildi í 1. januar 2021.