Almannaverkið bjóðar sosialráðgeving á Landssjúkrahúsinum

Fríggjadagur 28-05-2021

Almannaverkið og Landssjúkrahúsið bróta geirar niður í eini royndarverkætlan, har ein sosialráðgevi hjá Almannaverkinum er á Landssjúkrahúsinum tveir dagar um vikuna

Hvønn týsdag og hósdag millum klokkan 10.30 og 14.30 er ein sosialráðgevi frá Almannaverkinum at hitta á Landssjúkrahúsinum. Endamálið við vitjunartíðunum er, at Almannaverkið kann hjálpa sjúklingum á øllum teimum somatisku deildunum á Landssjúkrahúsinum við almannatænastum.

Sosialráðgevararnir starvast dagliga á Borgaratænastuni í Almannaverkinum, sum er tann deildin, sum í stóran mun virkar sum hurðin í Almannaverkinum. Borgaratænastan veitir ráð og vegleiðing um økið hjá Almannaverkinum, rættindi og skyldur, og viðger umsóknir um uppihaldsveiting vegna arbeiðsloysi, sjúku ella aðrar almannahendingar, sum gera, at ein borgari ikki kann uppihalda sær sjálvum.

- Uppgávan hjá okkum á Landssjúkrahúsinum er at vera til staðar, so vit kunnu hjálpa sjúklingum við teirra sosialu viðurskiftum í einari oftani torførari sjúkustøðu. Tað kann vera alt frá ráðgeving um rættindi, at útfylla oyðubløð, og eisini at vegleiða um tíðarfreistir og annað, sum kann hava stóran týdning fyri sjúklingin og avvarðandi, sigur Morid D. Jacobsen, deildarleiðari á Borgaratænastuni.

Morid D. Jacobsen vísir á, at fíggjarlig viðurskifti hava stóran týdning, tá sjúka rakar, men sjúklingarnir hava ofta torført við at hugsavna seg um annað enn sjúkuna. Tí hevur tað týdning, at sosialráðgevin er á staðnum og kann hjálpa og vegleiða.

- Bara tað at fylla út eitt umsóknarblað kann vera ov torført, sigur Morid D. Jacobsen.

Almennir stovnar skulu samstarva meira og betri

Høvuðsuppgávan hjá teimum tveimum sosialráðgevunum, sum eru knýttar at royndarverkætlanini, er í fyrsta lagi at kanna tørvin á sosialum tænastum á Landssjúkrahúsinum. Men nógv bendir á, at tørvurin er til staðar.

- Vit vóru sera væl móttikin, tá vit fóru í holt við verkætlanina. Einir 20 deildarsjúkrarøktarfrøðingar komu á kunnandi fund, og vit vóru eisini bodnar við til læknakonferensur, greiður Morid D. Jacobsen frá, sum leggur afturat at stóri áhugin boðar frá góðum.

Samstarvið millum Landssjúkrahúsið og Almannaverkið er partur av einari skipaðari tillaging av virkseminum hjá Almannaverkinum, sum snýr seg um, at stovnurin skal vera meira uppleitandi, har borgarin er.

- Tað hevur týdning, at almennir stovnar samstarva meira og betri tvørtur um geirar. Í  Almannaverkinum hava vit nú eina tíð lagt dent á meira uppleitandi arbeiði har borgararnir eru, og hetta samstarvið við Landssjúkrahúsið er ein natúrligur partur av tí, sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum.

Kunningartilfar um tænastuna er tøkt á Landssjúkrahúsinum og á Almannaverkinum.

Seinastu tíðindi