
Almannaverkið fimmti ára stovningardag: Stórt alment hátíðarhald 2. mai
1. apríl 1975 varð Almannastovan sett á stovn. Áðrenn hetta hevði almannaøkið verið umsitið av Danmark, men nú kom tað á føroyskar hendur – í fyrstu syftu bert við umsiting av sosialøkinum og 15 starvsfólkum. Seinni komu eisini stovnar, tænastur og onnur ábyrgdarøki, og tey seinnu nógvu árini hevur øll ábyrgd av umsiting og menning av økinum verið føroysk.
Í hesum sambandi verður stórt hátíðarhald í Norðurlandahúsinum 2. mai. Á fjølbroyttu skránni eru framløgur og fyrilestrar, eitt nú um menning av føroyska vælferðarsamfelagnum, og tankavekjandi framtíðarfyrilestur um, hvussu vælferðarøkið kann síggja út um nøkur ár.
Borgararøddin verður eisini at hoyra. Skipað verður fyri fýra borgarapanelum um autismu, menningartarn, arbeiðsmarknað og sálarsjúku, har gestir kunnu spyrja borgarar spurningar um teirra viðurskifti.
Eisini verða bæði sjónleikur og konsert. Bárður Persson fer at framføra brot úr leikinum Løstir. Leikurin var sýndur í fjør, men nú fáa enn fleiri høvi at síggja hann. Harumframt verður konsert við so ymiskum nøvnum sum Lena og Niclas, Ælabogin og Bass Elvis, og afturat hesum kemur Hin Rusuti at fortelja, hvussu tað er at hava eina diagnosu.
Á degnum verður eisini framsýning um Almannaverkið hesi seinastu fimmti árini, umframt søluframsýning hjá vardu verkstøðunum í Almannaverkinum.
Øll eru hjartaliga vælkomin at leita sær niðan í Norðurlandahúsið hendan dagin at síggja og hoyra meira um Almannaverkið fyrr og nú. Trýst her fyri at síggja skránna. Atgongdin er ókeypis, men til summi tiltøk er tekning neyðug. Tilmeldingin, sum verður á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum, www.NLH.fo, letur upp í apríl.
- Móttøkur stongdarTýsdagur 29-04-2025Vegna starvsfólka- og hátíðardag fríggjadagin 2. mai eru allar móttøkur á Almannaverkinum stongdar. Opið er aftur mánadagin 5. mai, sum vanl
- Nýggjur stjóri settur fyri AlmannaverkiðTýsdagur 01-04-2025Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, hevur í dag sett Hjørdis S. Mortensen í starvið sum nýggjur stjóri fyri Al
- Skráin fyri fimmti ára stovningardagin 2. maiHósdagur 20-03-2025Øll eru vælkomin at vitja Norðurlandahúsið hendan dagin, har nógv spennandi tiltøk eru á skrá. Atgongdin er ókeypis, men til konsertina