Almannaverkið sóknast eftir húsum ella bygningi at leiga í Runavíkar økinum

Mánadagur 06-01-2020

Almannaverkið sóknast eftir stórum húsum ella bygningi at leiga skjótast gjørligt.

Ætlanin er, at húsið/bygningurin skal nýtast til dagtilhald. Møguleiki skal vera at hýsa í minsta lagi 8 fólkum.

 

Krøv til húsið

Hugsað verður um sethús, sum eru stór og kunnu nýtast til endamálið, ella hús/bygning, ið verður umbygt/umbygdur til endamálið.

Landsverk skal góðkenna húsið, so tað lýkur krøv til brunatrygd v.m, og Landsverk skal góðkenna eitt møguligt leigumál.

Vinarliga setið tykkum í samband við Almannaverkið, við at ringja til Hermann Mortensen á telefon 297370 ella við at senda teldupost til hermannm@av.fo

Seinastu tíðindi