Almannaverkið tilnevnt evropeiska heiðursløn

Fríggjadagur 29-11-2019

Eitt føroyskt viðgerðartilboð til ung við sálarligum trupulleikum hevur víst sera góð úrslit, og er nú tilnevnt evropeisku heiðurslønina “European Social Services Awards”.

 

Almannaverkið er í uppskoti at vinna evropeisku heiðurslønina fyri eina slóðbrótandi verkætlan, ið hjálpir ungum við álvarsomum sálarligum trupulleikum. Tað er eitt nýhugsandi bú- og viðgerðartilboð, ið hevur víst sera góð úrslit, sum European Social Network nú hevur tilnevnt at vera millum fimm tær mest innovativu almennu sosialu tænasturnar í Evropa.

Til ber at lesa meira um tey tilnevndu og at atkvøða á hesari síðu: https://essa-eu.org/vote/ 

Bú- og viðgerðartilboðið varð sett á stovn í 2015 og hevur eftir fýra árum víst týðilig úrslit. Frá at vera innløgd á psykiatrisku deild í meira enn 55% av einum ári, hava hesi ungu fólkini ikki longur tørv á at verða innløgd. Tað sæst eisini ein týðiligur munur í teirra lívsgóðsku. Tey klára seg nú við minni heiligvági, eta sunnari, íðka ítrótt, og eru øll aftur í skúla. Harafturat eru tey eisini vorðin virkin á arbeiðsmarknaðinum. Í summum førum hevur bú- og viðgerðartilboðið úrslitað í, at tey enntá sleppa heilt undan hjálp frá tí almenna. Eisini tey avvarðandi hava fingið eina munandi betri lívsgóðsku og eru ikki longur óttafull um barn sítt.

 

Viðgerðartilboðið er nýhugsandi á tann hátt, at støði verður tikið í hvørjum einstøkum brúkara, sum saman við foreldrum, psykiatriska depilinum og skúla, er við til at finna bestu viðgerðina. So at siga øll viðgerð – tað veri seg samrøður við sálarfrøðing, rørsla, kostráðgeving og vegleiðing í at megna gerandisuppgávur – fer fram á sjálvum viðgerðarheiminum, heldur enn at tey og teirra avvarðandi sjálvi skuldu leita sær hjálp hjá teimum ymisku myndugleikunum.

 

European Social Network er ein felagsskapur, ið knýtur saman evropeiskar stovnar, sum veita almennar sosialar tænastur. 140 stovnar úr 36 londum í Evropa eru limir í felagsskapinum, sum virkar fyri at londini sínámillum kunnu deila vitan og royndir. Tað er tann 6. desember, at European Social Network letur heiðurslønirnar fyri serliga merkisverdar verkætlanir.

Seinastu tíðindi