Arbeiði uttanlands (føroystk lógartilval)
Mánadagur 10-11-2025
Tá tú arbeiðir uttanlands (í norðurlondum, Danmark og Grønland undantikið) og ynskir at gjalda til sosialatrygd í Føroyum og ikki í arbeiðslandinum, mælir Almannaverkið til, at søkt verður um føroyskt lógartilval (ella frítøku frá at gjalda sosiala trygd uttanlands, sum tað kallast í vanligari talu) í góðari tíð. Eisini tá søkt verður um at endurnýggja tíðarskeiðið.
Av tí at viðgerðartíðin hjá útlendska myndugleikanum kann verða drúgv, (upp til ½ ár) verður mælt til, at verða í góðari tíð.
Vanliga kann søkjast fyri eitt 2ára tíðarskeið.
Umsóknarblað finst á vanganum ella á hesi leinkjuni: Arbeiði uttanlands.
Seinastu tíðindi
Orkuískoyti seinna hálvár 2026Týsdagur 10-11-2026Nú kann søkjast um orkuískoyti fyri seinna hálvár 2026. Freistin er 25. novembur 2026 Les meira her! Umsóknarblað fint her!
Kunning um pensjónsáseting 2027Mikudagur 04-11-2026Frá januar 2027 verður ásetingin av fólkapensjónum, fyritíðarpensjónum og framskundaðari pensjón munandi broytt. Verandi áseting Higar
LeigustuðulMikudagur 05-08-2026Lógin um leigustuðul er lýst og kemur í gildi 1. septembur 2026. Umsóknarbløð verða tøk á heimasíðuni hjá Almannaverkinum 1. septembur. Útgj