Asta Marjunardóttir nýggjur depilsstjóri í Almannaverkinum

Týsdagur 25-05-2021

Trivnaðardepilin fyri fólk við likamligum breki er nýggjur depil í Almannaverkinum, sum savnar allar tænastur, ið fevna um likamlig brek og røkt fyri børn, ung og borgarar við ellisbreki, menningartarni og seinheilaskaða.

Trivnaðartænastur til fólk við likamligum breki er ein vaksandi bólkur í Almannaverkinum og tískil hevur Almannaverkið seinastu tíðina arbeitt við tillagingum í stovninum. Trivnaðardepilin fyri fólk við likamligum breki fevnir um tríggjar eindir og umleið 300 starvsfólk.

Asta Marjunardóttir er í dag sett í starv sum depilsstjóri fyri áðurnevnda depil, og hon tekur við starvinum 1. juli 2021.

Asta Marjunardóttir er 54 ára gomul, útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur, hevur diplom í leiðslu, psykoterapeutútbúgving, og er í holt við at gera seg lidna við masterútbúgving í leiðslu á Syddansk Universitet. Asta Marjunardóttir hevur drúgvar starvsroyndir á Ríkissjúkrahúsinum og Landssjúkrahúsinum, har hon eitt nú hevur verið deildarleiðari á B8 og depilsleiðari á Skurð- og Bráðdeplinum.

Seinastu 4 árini hevur Asta Marjunardóttir verið eindarleiðari innan eldraøkið í Tórshavnar Kommunu.

Uppgávan hjá Astu Marjunardóttir verður at skipa og leiða trivnaðarøkið, at mynda trivnaðardepilin fyri fólk við likamligum breki, og at flyta Almannaverkið inn í framtíðar røktarfakligar og tøkniligar arbeiðshættir.

- Vit eru fegin um at fáa ein depilsstjóra við so nógvum royndum innan økið, sum Asta Marjunardóttir hevur, sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum.

Almannaverkið

Seinastu tíðindi