Bólkavenjing fyri fólk, ið hava afasi
Hósdagur 09-01-2025
Hevur tú afasi?
Ert tú millum 18-67 ár?
Deildin Samskiftismenning fer í februar 2025 at bjóða bólkavenjing fyri fólk, ið hava fingið afasi.
Endamálið við bólkinum er at:
- Styrkja evnini at finna orð
- Venja at gera setningar
- Venja orðafatan
- Styrkja minnið
Umframt hetta er bólkurin eitt gott høvi at koma saman við øðrum, ið hava líknandi avbjóðingar.
Hvørt skeið fevnir um bólkavenjing tvær ferð um vikuna í fimm vikur.
Treytað av nóg høgari luttøku, verða bólkarnir runt landið.
Tilmelding
Um tú ynskir at luttaka í einum bólki, kanst tú melda teg til við at skriva til av@av.fo ella ringja á 360000.
Seinastu tíðindi
Orkuískoyti seinna hálvár 2026Týsdagur 10-11-2026Nú kann søkjast um orkuískoyti fyri seinna hálvár 2026. Freistin er 25. novembur 2026 Les meira her! Umsóknarblað fint her!
Kunning um pensjónsáseting 2027Mikudagur 04-11-2026Frá januar 2027 verður ásetingin av fólkapensjónum, fyritíðarpensjónum og framskundaðari pensjón munandi broytt. Verandi áseting Higar
LeigustuðulMikudagur 05-08-2026Lógin um leigustuðul er lýst og kemur í gildi 1. septembur 2026. Umsóknarbløð verða tøk á heimasíðuni hjá Almannaverkinum 1. septembur. Útgj