Broyting í treytunum fyri forskotsrindan av barnagjaldi og veitan av serligum barnaískoyti til einsamallar uppihaldarar - Javnseta fastan bústað í danska ríkinum í 3 ár við danskan ríkisborgararætt
Ein av treytunum fyri at fáa forskotsrindað barnagjald ella rætt til serligt barnaískoyti til einsamallar uppihaldarar er, at barnið ella tann sum hevur foreldramyndugleikan yvir barninum er danskur ríkisborgari, er fevndur av einum sáttmála um rindan av slíkum gjøldum, t.d. norðurlendska sáttmálanum um sosiala hjálp og tænastur ella er javnsettur við persónar við donskum ríkisborgararætti.
Við gildi frá 14. mai 2019 eru persónar, sum hava havt fasta bústað í danska ríkinum, t.e. í Danmark, Føroyum ella Grønlandi seinastu trý árini, javnsettir við persónar við donskum ríkisborgararætti. Hetta merkir, at um tú ikki er danskur ríkisborgari, og ikki er fevnd/-ur av einum sáttmála um slík gjøld, hevur tú rætt til forskotsrindan av barnagjaldi og serligum barnaískoyti til einsamallar uppihaldarar, um tú hevur havt fastan bústað í Danmark, Føroyum ella Grønlandi seinastu trý árini og annars lýkur treytirnar fyri at fáa hesar veitingar.
-
Upplatingartíðir um jóla- og nýggjárshøgtíðinaMikudagur 11-12-2019Frá mánadegnum 23. desember og til og við fríggjadagin 3. januar er móttøkan í Tórshavn og telefonin opin gerandisdagar kl. 10 - 12. Deildir
-
Almannaverkið tilnevnt evropeiska heiðurslønFríggjadagur 29-11-2019Eitt føroyskt viðgerðartilboð til ung við sálarligum trupulleikum hevur víst sera góð úrslit, og er nú tilnevnt evropeisku heiðurslønina “Eu
-
Framskundað pensjónTýsdagur 26-11-2019Nú ber til at søkja um framskundaða pensjón. Treytin er, at arbeiðsførleikin varandi er minkaður við í minsta lagi eini helvt. Tað er, at tú