Bygnaðarbroyting í Almannaverkinum
Almannaverkið hevur í dag kunngjørt eina bygnaðarbroyting í stovninum, sum minkar ovasta leiðslubólkin úr sjey fólkum niður í fýra. Broytingarnar í bygnaðinum eru í Trivnaðardeplinum, sum frá 1. januar komandi ár verður skipaður undir einum trivnaðarstjóra.
Higartil hava verið tríggir trivnaðarstjórar. Ingun Mohr Jacobsen, Hermann Mortensen og Asta Marjunardóttir.
Asta Marjunardóttir verður nýggjur trivnaðarstjóri í Almannaverkinum, meðan Hermann Mortensen fer í annað starv uttan fyri stovnin, og Ingun Mohr Jacobsen fer í nýtt starv á Fakdeildini í Almannaverkinum.
Bygnaðarbroytingarnar í Trivnaðardeplinum smalka ovastu leiðsluna, meðan leiðslan tættari at borgaranum verður styrkt. Trivnaðardepilin hevur higartil verið skipaður við 13 eindum og frá 1. januar 2023 verður talið av eindum skorið niður í seks.
Eindirnar í Trivnaðardeplinum fara frá talheitum til heiti, sum umboða fakliga innihaldið. Nýggju eindirnar í Almannaverkinum eru:
- Virknistænastur
- Menningartarn
- Autisma
- Likamligt brek
- Sosialpsykiatri
- Barnavernd AV
Endamálið við bygnaðarbroytingini er at styrkja og savna fakligu økini, styrkja um leiðsluna tættari at borgaranum og at skapa ein bygnað, sum hevur færri markamót og størri gjøgnumskygni. Til gagns fyri borgara og starvsfólk.
Eingin leiðari verður sagdur úr starvi í sambandi við bygnaðarbroytingina, men fleiri leiðarar fáa broytt starvsøki og ein nýggjan leiklut í leiðslubygnaðinum.
Stuðul til uppihaldspening - lógin farin úr gildiðMikudagur 03-12-2025Lógin um stuðul til uppihaldspening fór úr gildi 1. janurar 2025. Tí ber ikki til, at søkja um hetta longur, hvørki vegna barnagjald ella hj
Arbeiði uttanlands (føroystk lógartilval)Mánadagur 10-11-2025Tá tú arbeiðir uttanlands (í norðurlondum, Danmark og Grønland undantikið) og ynskir at gjalda til sosialatrygd í Føroyum og ikki í arbeiðsl
Longd viðgerðartíð - hjálpartólMánadagur 15-09-2025Væntast kann, sum støðan er í løtuni, at viðgerðartíðin av hjálpartólum verður soleiðis: • Brámál 3 arbeiðsdagar – írokna