Bygnaðurin í Almannaverkinum tillagast

Mikudagur 31-03-2021

Sjøtul er settur á eina tilgongd at tillaga bygnaðin í Almannaverkinum, so hann í størri mun samsvarar við núverandi og komandi tænastur.

Almannaverkið er vaksið nógv í vavi seinastu fimm árini. Starvsfólkahópurin og verandi trivnaðartænastur eru munandi vaksin, og Almannaverkið hevur fingið fleiri nýggjar uppgávur. Bygnaðurin verður nú tillagaður til tær væntanir, sum borgarar, avvarðandi og politiska skipanin hava til stovnin í dag. Stovnurin skal finna rúm og vitan til at veita nýggjar tænastur, samstundis sum verandi tænastustøðið skal varðveitast.

Nýggjur trivnaðardepil

Fyri at skipa trivnaðartænasturnar í Almannaverkinum best møguligt, er avgerð tikin um at seta á stovn ein trivnaðardepil fyri fólk við likamligum breki. Trivnaðartænastur til fólk við likamligum breki eru vaksnar nógv seinastu árini, og nú verða hesar tænastur savnaðar í einum depli. Har trivnaðartænasturnar áður vóru skipaðar í tveir deplar, verða tær nú skipaðar í tríggjar:

  • TDM – Trivnaðartænastur fyri fólk við menningartarni
  • TDS – Trivnaðartænastur fyri fólk við sálarsjúku og autismu
  • TDL – Trivnaðartænastur fyri fólk, sum hava likamlig brek

Í nýggja deplinum, TDL, verður dentur lagdur á fakøkið likamlig brek, sum umfatar likamlig brek og røkt til børn og ung, og til borgarar við ellisbreki, menningartarni og seinheilaskaða. Í løtuni verður lýst eftir depilsstjóra til nýggja trivnaðardepilin.

Við tillagingunum av bygnaðinum kann Almannaverkið varðveita verandi tænastustøðið og í størri mun savna orkuna um vaksandi fakligu uppgávurnar á stovninum. Tillagingarnar verða væntandi settar í verk í summar.

Seinastu tíðindi