Corona og manglandi barnaansing
Mikudagur 18-03-2020
Kanst tú ikki møta til arbeiðis, tí vøggustova, barnagarður ella onnur barnaansingartilboð eru stongd vegna coronu virus, er møguleiki at søkja um uppihaldshjálp eftir forsorgarlógini. Stuðulin er tó treytaður av, at tú ikki hevur aðrar møguleikar at uppihalda tær – t.d. inntøku hjá hjúnafelaga, ella inniogn - og møgulig inntøka í tíðarskeiðnum verður mótroknað í veitingini.
Fyri at kunna taka støðu til umsóknina er neyðugt – umframt umsókn – at senda inn váttan frá ansingarstaðnum ella kommuni.
Ynskir tú at søkja, skalt tú senda inn umsóknarblað, ið tú finnur her.
Seinastu tíðindi
Orkuískoyti seinna hálvár 2026Týsdagur 10-11-2026Nú kann søkjast um orkuískoyti fyri seinna hálvár 2026. Freistin er 25. novembur 2026 Les meira her! Umsóknarblað fint her!
Kunning um pensjónsáseting 2027Mikudagur 04-11-2026Frá januar 2027 verður ásetingin av fólkapensjónum, fyritíðarpensjónum og framskundaðari pensjón munandi broytt. Verandi áseting Higar
LeigustuðulMikudagur 05-08-2026Lógin um leigustuðul er lýst og kemur í gildi 1. septembur 2026. Umsóknarbløð verða tøk á heimasíðuni hjá Almannaverkinum 1. septembur. Útgj