Corona og manglandi barnaansing

Mikudagur 18-03-2020

Kanst tú ikki møta til arbeiðis, tí vøggustova, barnagarður ella onnur barnaansingartilboð eru stongd vegna coronu virus, er møguleiki at søkja um uppihaldshjálp eftir forsorgarlógini. Stuðulin er tó treytaður av, at tú ikki hevur aðrar møguleikar at uppihalda tær – t.d. inntøku hjá hjúnafelaga,  ella inniogn - og møgulig inntøka í tíðarskeiðnum verður mótroknað í veitingini.

Fyri at kunna taka støðu til umsóknina er neyðugt – umframt umsókn – at senda inn váttan frá ansingarstaðnum ella kommuni.

Ynskir tú at søkja, skalt tú senda inn umsóknarblað, ið tú finnur her.

Seinastu tíðindi