Corona, sóttarhald og sjúkradagpeningur
Henda skipan fer úr gildi 28. feb. 2021, tó kann umsókn latast inn upp til 60 dagar eftir, um sjúkan ella sóttarhaldið var innan 28. feb. 2021
Rætturin til dagpening vegna sjúku er víðkaður til at fevna um persónar, ið av heilsumyndugleikunum eru settir í sóttarhald ella av heilsumyndugleikunum hava fingið tilmæli um at fara í sóttarhald. Starvsfólk skulu í slíkum førum boða sínum arbeiðsgevara frá, at tey eru sett í sóttarhald, ella at tey av heilsumyndugleikunum hava fingið tilmæli um at fara í sóttarhald.
Arbeiðstakarin skal brúka sama oyðublað sum í dag, og skriva í viðmerkingarteigin, at talan er um corona.
Læknaváttan er ikki neyðug í slíkum førum. Arbeiðsgevarin rindar ikki fyri 1. og 2. fráverudag, tá sjúkuorsøkin er corona ella sóttarhald tilmælt av heilsumyndugleikunum. Sjálvboðið sóttarhald er ikki fevnt av dagpeningalógini. Er starvsfólkið heimsent, tí einki arbeiði er, er møguligt at søkja ALS.
Ynskir tú at søkja, skalt tú senda inn umsóknarblað, ið tú finnur á heimasíðuni her.
Arbeiðsgevarin skal brúka serstaka arbeiðsgevaraváttan, sum er at finna her.
Móttøka í Búfelagsskapinum á Kneysum á Toftum 6. februarFríggjadagur 30-01-2026
Lønarendurgjald til smærri privatar arbeiðsgevarar fyri langtíðarsjúk starvsfólkFríggjadagur 16-01-20261. januar 2026 er nýggj broyting komin við í sjúkradagpeningalógina. Við nýggju broytingini, fáa smærri privatir arbeiðsgevarar møguleika at
Hækking av hægst møguliga endurgjald fyri mista arbeiðsinntøkuHósdagur 01-01-2026Frá 1. januar 2026 verður endurgjaldið fyri mista arbeiðsinntøku hækkað frá kr. 27.779 til kr. 31.000 um mánaðin, umframt frítíðarløn og bun