Rætturin til dagpening vegna sjúku er víðkaður til at fevna um persónar, ið av heilsumyndugleikunum eru settir í sóttarhald ella av heilsumyndugleikunum hava fingið tilmæli um at fara í sóttarhald. Starvsfólk skulu í slíkum førum boða sínum arbeiðsgevara frá, at tey eru sett í sóttarhald, ella at tey av heilsumyndugleikunum hava fingið tilmæli um at fara í sóttarhald.
Arbeiðstakarin skal brúka sama oyðublað sum í dag, og skriva í viðmerkingarteigin, at talan er um corona.
Læknaváttan er ikki neyðug í slíkum førum. Arbeiðsgevarin rindar ikki fyri 1. og 2. fráverudag, tá sjúkuorsøkin er corona ella sóttarhald tilmælt av heilsumyndugleikunum. Sjálvboðið sóttarhald er ikki fevnt av dagpeningalógini. Er starvsfólkið heimsent, tí einki arbeiði er, er møguligt at søkja ALS.
Ynskir tú at søkja, skalt tú senda inn umsóknarblað, ið tú finnur á heimasíðuni her.
Arbeiðsgevarin skal brúka serstaka arbeiðsgevaraváttan, sum er at finna her.
-
Dagtilboð til vaksin 20. apríl til 4. maiFríggjadagur 17-04-2020Útdjúpandi viðmerkingar til tíðandiskriv frá 9. april 2020 Virkisætlanin hjá Almannaverkinum er nú góðkend av Farsóttarnevndini. Støðan í da -
Vard verkstøð 20. apríl til 4. maiFríggjadagur 17-04-2020Útdjúpandi viðmerkingar til tíðandiskriv frá 9. april 2020 Virkisætlanin hjá Almannaverkinum er nú góðkend av Farsóttarnevndini. Støðan í da -
Umlættingarstovnar 20. apríl til 4. maiFríggjadagur 17-04-2020Útdjúpandi viðmerkingar til tíðandiskriv frá 9. april 2020 Virkisætlanin hjá Almannaverkinum er nú góðkend av Farsóttarnevndini. Støðan í da