Dagpeningur í sambandi við koronu (sóttarhald ella sjúka hjá børnum undir 14 ár)

Mánadagur 22-11-2021

Viðvíkjandi broytingini í dagpeningalógini, har foreldur at børnum, sum hava fingið staðfest koronu ella eru sett í sóttarhald eisini kunnu fáa dagpening.

 

1. Lógarbroytingin er einans galdandi fyri persónar hvørs børn eru yngri enn 14 ár. Bara annað av foreldrunum kann fáa fyri sama tíðarskeið.

  •    Navn og føðingardagur barnsins skal upplýsast. Kann skrivast á umsóknarblaðið í teigin: Viðmerking

2. Hesir persónar skulu brúka vanligu umsóknina um dagpening tá tey søkja.

  • Somuleiðis skal Korona-arbeiðsgevaraváttan útfyllast. (hervið váttar arbeiðsgevarin inntøkumissin hjá tímaløntum)

3. Hjá fastløntum, ið hava rætt til løn undir sjúku, søkir arbeiðsgevarin um Arbeiðsgevaraafturgjald vegna koronu (hervið váttar hann eisini lønarútreiðslur)

4. Fyri at fáa dagpening, tá børn eru sett í sóttarhald, skal prógv um sóttarhald fyriliggja.

  • Prógvið kann koma frá:
    • Heilsumyndugleika (landslækna, sjúkrahúslækna, kommunulækna, við sjúku kann LÆ245 verða brúkt)
    • Skúla
    • Frítíðarvirksemi
    • Annað

Tíðarskeiðið er galdandi frá 15. septembur, men umsóknarfreistin er galdandi 60 dagar frá gildiskomu av broytingini, sum kom í gildið 17. novembur tað vil siga, at persónar, hvørs børn hava havt korona ella verið í sóttarhaldi í tíðarskeiðinum frá 15. septembur til 16. novembur hava eina umsóknarfreist sum sigur 60 dagar frá 17. novembur

Seinastu tíðindi