Dagtilboð til vaksin 20. apríl til 6. mai

Friday 17-04-2020

Útdjúpandi viðmerkingar til tíðandiskriv frá 9. april 2020

Virkisætlanin hjá Almannaverkinum er nú góðkend av Farsóttarnevndini.

Støðan í dag á Almannaverkinum er tann, at eingin borgari ella starvsfólk eru smittaði við COVID-19. Við støðið í hesum meta vit tað vera ráðiligt at fara undir varliga at lata upp aftur.

Tiltøkini, sum Almannaverkið nú letur upp aftur, snúgva seg um at økja lívskvalitetin hjá borgarunum. Fyri at avmarka smittuvandan verður hædd tikin fyri, at einstaki borgarin ikki fær tilboð í ov nógvum støðum.

Um borgarar verða smittaðir við COVID-19, kann tað gerast neyðugt at herða tiltøk aftur.

 

Dagtilboð til vaksin

Dagtilboðini, Gloym meg ei í Klaksvík og Fjálvi í Havn umframt dagtilhaldini í Skotarók og Ternulág lata upp eftir einum skipaðum leisti, har eitt ávíst tal av borgarum kunnu vera inni í senn.

  • Hesi dagtilboð lata upp, tí tað ber til at skipa virksemi eftir tilmælinum hjá heilsufakliga myndugleikanum um fjarstøðu og smærri bólkar.

Seinastu tíðindi