Eftirrokning av pensjónum

Mánadagur 22-03-2021

Almannaverkið hevur eftirroknað meginpartin av fyritíðar- og fólkapensjónunum fyri ár 2020.

 

Í hesum sambandi er ein veiting útgoldin til teir pensjónistar, ið hava havt lægri inntøku í 2020 enn mett var við byrjaninia av árinum.

 

Teir pensjónistar, ið hava havt hægri inntøku, enn mett var við byrjanina av ár 2020,  fáa eitt krav sendandi komandi tíðina.

 

Einaferð um árið, skal Almannaverkið eftirrokna allar pensjónir fyri at kanna eftir, um pensjónin er røtt roknað í mun til inntøkuviðurskiftina hjá pensjónistinum.

Seinastu tíðindi