Henda skipan fer úr gildi 28. feb. 2021, tó kann umsókn latast inn upp til 60 dagar eftir, um sjúkan ella sóttarhaldið var innan 28. feb 2021.
Um starvsfólk, ið hevur rætt til løn undir sjúku, er vorðið sjúkt av corona, er sett í sóttarhald av heilsumyndugleikunum ella hevur fingið tilmæli um at fara í sóttarhald av heilsumyndugleikunum, kann arbeiðsgevarin fáa endurrindað lønarútreiðslur, ið arbeiðsgevarin hevur til hesi starvsfólk. Søkjast skal í seinasta lagi 90. dagin eftir 1. fráverudag. Arbeiðsgevarin kann í mesta lagi fáa endurrindað eina upphædd, ið svarar til dagpeningaupphæddina.
Arbeiðsgevarin skal nýta serkilt oyðublað, ið verður lagt á heimasíðana. Læknaváttan er ikki neyðug í slíkum førum. Arbeiðsgevarin rindar ikki fyri 1. og 2. fráverudag, tá sjúkuorsøkin er corona ella sóttarhald tilmælt av heilsumyndugleikunum. Sjálvboðið sóttarhald er ikki fevnt av dagpeningalógini. Er starvsfólkið heimsent, tí einki arbeiði er, er møguligt at søkja ALS.
Umsóknarblað liggur her
-
Frágreiðing um fyritíðarpensjónir árini 2010-2019 er nú tøkTýsdagur 22-12-2020Samandrátturin á frágreiðingini er soljóðandi: Virksemið, sæð sum tal av avgerðum, hevur verið støðugt 10-ára skeiðið, eitt vet minkað. Í
-
Uppihaldsveiting í desemberMikudagur 09-12-2020Útgjald av uppihaldsveiting í desember 2020 Almannaverkið skal upplýsa, at uppihaldshjálpin fyri desember verður á konto 30. Des. Um tú ynsk
-
Stuðul til uppihaldspening fyri seinna hálvár 2020 - umsóknarfreistMánadagur 07-12-2020Umsókn um stuðul til uppihaldspening fyri seinna hálvár 2020 saman við kvittanum fyri goldnum barnagjøldum ella hjúnafelagagjøldum, skal ver