Fleiri tilboð stongja ella minka munandi

Hósdagur 12-03-2020

Øll dagtilboð, frítíðartilboð og umlættingarstovnar lata aftur. Talan er um umleið 30 dagtilboð, frítíðartilboð ella umlættingarstovnar, sum veita tænastur til gott 500 borgarar. Borgararnir noyðast tískil komandi tíðina, í størst møguligan mun, at verða við hús ella á bústovni.

Stuðulsvirksemið, sum 250 borgarar fáa í løtuni, verður bert gjørt, tá tað er alneyðugt. Ein faklig meting av, hvat er alneyðugt, verður gjørd í einstøku eindunum.

Teknmálstulking verður einans gjørd umvegis Skype og annars í sambandi við neyðstøðu og tilbúgving.

Øll endurvenjing er avlýst frá 16. mars 2020.

Hjálpartól lata aftur, men starvsfólk eru til arbeiðis til bráðfeingis umsóknir og veitan av hjálpartólum.

Almannaverkið kunnar regluliga á heimasíðuni av.fo og á Facebooksíðu stovnsins um tiltøkini og møguligar broytingar í tiltøkunum móti smittubreiðslu.

Til ber at seta seg í sambandi við Almannaverkið umvegis teldupost á av@av.fo ella á telefon 360000, um ein hevur tørv á bráðfeingis veiting ella tænastu.

Seinastu tíðindi