Frágreiðing um fyritíðarpensjónir árini 2010-2019 er nú tøk
Týsdagur 22-12-2020
Samandrátturin á frágreiðingini er soljóðandi:
- Virksemið, sæð sum tal av avgerðum, hevur verið støðugt 10-ára skeiðið, eitt vet minkað. Í 2010 vóru 339 avgerðir tiknar, í 2019 var talið 291.
- Viðgerðartíðin fyri umsóknir um fyritíðarpensjón er stytt úr 53 vikur í miðal í 2010 til 41 vikur í 2019, ein minking á 23%.
- Talið av nýggjum fyritíðarpensjonistum er áleið tað sama í 2019 (196) sum í 2010 (198), hóast talið av fólki í aldrinum 18-66 ár er vaksið við 5% í sama tíðarskeiði.
- Fleiri fáa hægstu fyritíðarpensjón. Í 2010 fingu góð 30% av umsøkjarunum hægstu pensjón, meðan talið í 2019 er 70%. Munurin millum pensjónsstig hjá kvinnum og monnum er samstundis útjavnaður. Í 2010 fingu góð 28% av kvinnum hægstu fyritíðarpensjón, meðan talið hjá monnum var 40%. Í 2019 var býtið millum kynini javnt 70%.
- 70% av nýggju fyritíðarpensjonistunum eru eldri enn 50 ár.
- Flestu fyritíðarpensjónir verða játtaðar vegna likamliga sjúku (75-80%). Sálarsjúka og atburðarólag eru grundin til ein fjórðing av játtanunum.
- Útbúgvingarstigið hjá fyritíðarpensjonistum er lægri enn hjá fólkinum sum heild. Fólkateljingin í 2011 vísti, at 26% av teimum 20-69 ára gomlu høvdu eina skúlagongd styttri enn eitt ár eftir fólkaskúlan. Fyri fyritíðarpensjónistar (18-66 ár) var talið 50%. Í tíðarskeiðinum 2010 til 2019 er útbúgvingarstigið tó hækkað, og í 2019 var hetta talið minkað til 35%.
- Flestu fyritíðarpensjonistar hava havt handaligt ella annað arbeiði, ið krevur heilt stutta ella onga útbúgving, og sum kann vera tyngjandi fyri likam og/ella sál.
Les alla frágreiðingina her.
Seinastu tíðindi
LeigustuðulMikudagur 05-08-2026Lógin um leigustuðul er lýst og kemur í gildi 1. septembur 2026. Umsóknar bløð verða tøk á heimasíðuni hjá Almannaverkinum 1. septembur. Útg
Skrivstovan hjá Tulking er stongd frá 3. - 7. august 2026Fríggjadagur 29-05-2026Skrivstovan hjá Tulking er stongd vegna summarfrí frá mánadegnum 3. august til fríggjadagin 7. august 2026 Skrivstovan letur upp aftur mánad
Lønarendurgjald til smærri privatar arbeiðsgevarar fyri langtíðarsjúk starvsfólkFríggjadagur 16-01-20261. januar 2026 er nýggj broyting komin við í sjúkradagpeningalógina. Við nýggju broytingini, fáa smærri privatir arbeiðsgevarar møguleika at