Hækking av hægst møguliga endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku
Hósdagur 01-01-2026
Frá 1. januar 2026 verður endurgjaldið fyri mista arbeiðsinntøku hækkað frá kr. 27.779 til kr. 31.000 um mánaðin, umframt frítíðarløn og bundna eftirlønargjaldið
Endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku verður veitt
• foreldrum ella øðrum, sum mugu vera heima hjá børnum vegna sjúku ella brek.
• foreldrum, sum missa barn yngri enn 18 ár ella sum fáa eitt deyðføtt barn.
• avvarðandi hjá fólki undir fólkapensjónsaldur, sum ynskja at doyggja heima.
• avvarðandi hjá fólki undir fólkapensjónsaldur, sum hava seinheilaskaða.
Seinastu tíðindi
Upplatingartíðir summarið 2026Týsdagur 23-06-2026Í summarfrítíðini frá 13. juli til 7. august er avgreiðslan í Tórshavn opin millum kl. 10 og 12 og avgreiðslunar í Klaksvík, Runavík og á Tv
Skrivstovan hjá Tulking er stongd frá 3. - 7. august 2026Fríggjadagur 29-05-2026Skrivstovan hjá Tulking er stongd vegna summarfrí frá mánadegnum 3. august til fríggjadagin 7. august 2026 Skrivstovan letur upp aftur mánad
Lønarendurgjald til smærri privatar arbeiðsgevarar fyri langtíðarsjúk starvsfólkFríggjadagur 16-01-20261. januar 2026 er nýggj broyting komin við í sjúkradagpeningalógina. Við nýggju broytingini, fáa smærri privatir arbeiðsgevarar møguleika at