Heimaráðgeving víðkar sítt virksemi
Týsdagur 18-06-2024
Nú ber eisini til hjá foreldrum, ið hava barn við menningartarni og/ella likamligum breki at fáa Heimaráðgeving.
Í samrøðu verður funnið fram til tørvin hjá familjuni. Samrøðan tekur støði í, at tað eru foreldrini, ið kenna barnið best. Ráðgevi og foreldur finna í felag fram til hóskandi loysnir.
Talan er um eina námsfrøðiliga ráðgeving og amboðini, ið nýtt verða í ráðgevingini, eru framleidd á deildini.
Dømi um amboð kunnu vera:
- Relationsarbeiði, tí sambandið í familjuni hevur stóran týdning
- Rógevandi námsfrøði (Low Arousal), har arbeitt verður við at minka um strongd
- Kensluregulering
- Skipa námsfrøði, har arbeitt verður við samanhangsfatan
- Sosialar søgur, við fokus á sosialari menning
Foreldur fáa heimaráðgeving við at venda sær til Almannaverkið.
Seinastu tíðindi
Orkuískoyti seinna hálvár 2026Týsdagur 10-11-2026Nú kann søkjast um orkuískoyti fyri seinna hálvár 2026. Freistin er 25. novembur 2026 Les meira her! Umsóknarblað fint her!
Kunning um pensjónsáseting 2027Mikudagur 04-11-2026Frá januar 2027 verður ásetingin av fólkapensjónum, fyritíðarpensjónum og framskundaðari pensjón munandi broytt. Verandi áseting Higar
LeigustuðulMikudagur 05-08-2026Lógin um leigustuðul er lýst og kemur í gildi 1. septembur 2026. Umsóknarbløð verða tøk á heimasíðuni hjá Almannaverkinum 1. septembur. Útgj