Høgni Olsen er í dag settur í starv sum fíggjarstjóri í Almannaverkinum. Hann tekur við starvinum í seinasta lagi 1. apríl 2022.
Høgni er 41 ára gamal og hevur kandidatútbúgving í fígging og strategiskari leiðslu frá Handilsháskúlanum í Keypmannahavn. Hann hevur drúgvar arbeiðsroyndir frá fíggjarliga økinum, eitt nú sum leiðari á íløgudeildini hjá Bank Nordik og sum fíggjar- og fyrisitingarleiðari í ALS. Síðan 2020 til í dag hevur Høgni starvast sum roknskaparleiðari hjá Atlantic Airways. Høgni er eisini virkin í nevndararbeiði og hevur síðan 2017 millum annað verið nevndarformaður og nevndarlimur í LÍV-samtakinum.
Uppgávan hjá Høgna verður at menna og leiða fjølbroytta fíggjarumhvørvið og fyrisitingina í Almannaverkinum og vera ein aktivur partur av menningini av stovninum saman við leiðsluni.
- Vit fegnast um at fáa ein fíggjarstjóra við tí vitan og teimum royndum, sum Høgni hevur, sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum.
Høgni er úr Havn, giftur við Katrini K. Olsen, og saman eiga tey trý børn.
- Stuðul til uppihaldspening fyri fyrra hálvár 2022 - umsóknarfreistMikudagur 04-05-2022Umsókn um stuðul til uppihaldspening fyri fyrra hálvár 2022 saman við kvittanum fyri goldnum barna- ella hjúnafelagagjøldum, skal vera Alman
- Høgni Olsen nýggjur fíggjarstjóri í AlmannaverkinumFríggjadagur 28-01-2022Høgni Olsen er í dag settur í starv sum fíggjarstjóri í Almannaverkinum. Hann tekur við starvinum í seinasta lagi 1. apríl 2022. Høgni er 41
- Vitjandi á stovnum hjá Trivnaðardeplinum í AlmannaverkinumLeygardagur 13-11-2021Landsstýrið hevur sett í verk eina ferðsluljósskipan, sum skal virka sum langtíðarætlan fyri koronutilbúgvingina. Tilbúgvingin er á stigi 2,