Innbjóðing til móttøku í nýggja bú- og umlættingardeplinum við Sílá á Tvøroyri
Mánadagur 05-02-2024
Nýggi bú- og umlættingardepilin við Sílá á Tvøroyri er liðugur, og í tí sambandi verður bjóðað til almenna móttøku við Sílá 28
mikudagin, tann 07.02.2024 kl. 15.00.
Bú- og umlættingardepilin við Sílá er ætlað fólkum við ymiskum avbjóðingum, sum eru í aldrinum 18 ár og upp til fólkapensjónsaldur.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, fegnast um nýggja bú- og umlættingar-depilin. Í arbeiðinum við Sílá verður dentur lagdur á at skapa tryggleika og góðar, innihaldsríkar dagar fyri bæði tey fastbúgvandi, og tey, sum koma til umlætting.
Á skránni verða røður og sangframførsla. Ein góður drekkamuður verður eisini at fáa.
Verið hjartaliga vælkomin.



Seinastu tíðindi
Orkuískoyti seinna hálvár 2026Týsdagur 10-11-2026Nú kann søkjast um orkuískoyti fyri seinna hálvár 2026. Freistin er 25. novembur 2026 Les meira her! Umsóknarblað fint her!
Kunning um pensjónsáseting 2027Mikudagur 04-11-2026Frá januar 2027 verður ásetingin av fólkapensjónum, fyritíðarpensjónum og framskundaðari pensjón munandi broytt. Verandi áseting Higar
LeigustuðulMikudagur 05-08-2026Lógin um leigustuðul er lýst og kemur í gildi 1. septembur 2026. Umsóknarbløð verða tøk á heimasíðuni hjá Almannaverkinum 1. septembur. Útgj