Innbjóðing til móttøku á nýggja sambýlinum í Torfinsgøtu 41 í Tórshavn

Fríggjadagur 05-07-2019

Innbjóðing til móttøku á nýggja sambýlinum í Torfinsgøtu 41 í Tórshavn

 

Almannamálaráðið hevur latið gera nýtt sambýli í Torfinsgøtu 41 í Tórshavn.

Sambýlið er nú klárt at taka í nýtslu og í tí sambandi bjóðar Almannamálaráðið til móttøku

 

fríggjadagin, 5. juli 2019 kl. 15.00 til kl. 17.00

 

Landsstýriskvinnan í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen, fegnast um at tað nú er eydnast, at búfólkini í sambýlinum á Mýrini kunnu flyta til eitt betri sambýli.

 

Eftir summarfrítíðina fer byggiætlanin til nýggja sambýlið á Mýrini í gongd. Tá hendan verkætlanin er liðug, er ætlanin at hesi búfólk flyta niðan aftur á Mýrina í nýggjan bústað.

 

Ver hjartaliga vælkomin.

 

Almannamálaráðið og Almannaverkið

Seinastu tíðindi