Innbjóðing til móttøku í sambýlinum í Hóvabrekku 3 á Argjum

Týsdagur 09-07-2019

Innbjóðing til móttøku

í sambýlinum í Hóvabrekku 3 á Argjum

 

 

Almannamálaráðið hevur yvirtikið gamla næmingaheimið á Argjum frá Mentamálaráðnum, og sum nú er blivið til Sambýlið í Hóvabrekku.

Í hesum sambandi verður bjóðað til móttøku í sambýlinum  

fríggjadagin, 12. juli 2019 kl. 14.00 til kl. 16.00

 

Landsstýriskvinnan í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen fegnast um, at tað nú er eydnast at veita ein betri hóskandi bústað til fólk við serligum tørvi. Í sambýlinum eru fyri pláss 11 borgarum.  

Landsstýriskvinnan hevur eisini tikið avgerð um at fara undir eina miðvísa tilgongd at betra um verandi stovnar, og er næmingaheimið partur av hesi ætlan. 

Øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Almannamálaráðið og Almannaverkið

Seinastu tíðindi